B68 er oddalið í 1.deild, eftir at hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum. Í báðum førunum hevur tað staðið á líka til seinasta bríksl. Hesa ferð vunnu toftamenn 3-2 á B36 í Gundadali.
Avgerandi málið kom ikik fyrr enn í seinastu sekundunum, tá Albert Róin Johannesen við seinasta sparkinum í dystinum skoraði til 3-2. Frammanundan hevði Kristian Anton Andreassen tvær ferðir lagt B68 á odda, men B36 javnaði báðu ferðir.
Í fyrsta umfari stóð eisini nógv á hjá B68, tá teir vunnu 1-0 á HB. Tá fekk HB brotsspark í evstu løtu, men málverjin bjargaði. HB vann í gjár 3-2 á KÍ. Her var HB eitt skifti á odda 3-1.
Í Runavík komu eisini mál í evstu løtu. Argjamenn javnaðu til 1-1 tríggjar minuttir fyri tíð. Ein minutt inn í yvirtíðina legði Jóhan Gaardbo NSÍ á odda, men minuttin seinni javnaði Jobin Drangastein AB, sum annað vikuskiftið á rað spælir javnleik.
Í Vági spældu Suðuroyarliðið og Giza Hoyvík javnleik 2-2. Gestirnir løgdu seg á odda tveir minuttir fyri tíð, men aftur kom eitt mál í yvirtíðini. Hesa ferð var tað Signar Olsen, sum javnaði fyri Suðuroyarliðið. Víkingur vann tryggan sigur á ÍF.
2. umfar:
HB – KÍ 3-2 (2-1)
1-0 Hjalti Djurhuus, 10
1-1 Heðin Klakstein, 19
2-1 Hjalti Djurhuus, 29
3-1 Adrian Justinussen, 54
3-2 Aksel Danielsen, 57
Víkingur – ÍF 4-0 (1-0)
1-0 Arnbjørn Svensson, 9
2-0 Tonni Thomsen, 51
3-0 Dávur á Reynatrøð, 54
4-0 Magnus Heinason, 90
Suðuroyarliðið – Giza Hoyvík 2-2 (1-0)
1-0 Teitur Midjord, 32
1-1 Daniel Patrzalek Hansen, 49
1-2 Niklas Fríði Jacobsen, 88
2-2 Signar Olsen, 90
NSÍ – AB 2-2 (0-1)
1-0 Hans Marius Davidsen, 39
1-1 Mikkjal T. Hentze, 87
2-1 Jóhan Gaardbo, 91
2-2 Jobin Drangastein, 92
B36 – B68 2-3 (1-1)
0-1 Kristian Anton Andreassen, 10
1-1 Bjarni Petersen, 35
1-2 Kristian Anton Andreassen, 69
2-2 Høgni Midjord, 85
2-3 Albert Róin Johannesen, 94
Stigatalvan:
1. B68 6 (Stig)
2. Suuroyarliðið 4
3. NSÍ II 4
4. Víkingur II 3
5. KÍ II 3
6. HB II 3
7. AB II 2
8. B36 II 1
9. Giza Hoyvík 1
10. ÍF 0