FSF STEYPIÐ
B68 er framvegis við í kappingini um Løgmanssteypið. Har ætla teir at spíla seg út, og teir mugu rokna við at luttaka í tí kappingini eisini eftir, at teir hava spælt móti Fram. Um teir fara at røkka finaluni fer tíðin at vísa. Harafturímóti er lítil ella eingin ivi um, at teir fara at røkka finaluni í kappingini um FSF steypið.
Leygardagin spældi B68 fyrru hálvfinaluna ímóti LÍF. Uppgerðin var í Leirvík, og B68 vann 4-0. Í 10. minutti setti Kristian Anton Andreasen hol á, og seinna partin av seinna umfarinum fekk B68 trý mál afturat. Miðverjin Ovi Magnussen skoraði eftir horna og út frá aftur, so var Fabricio, sum hevði verið við í fyrsta málinum, á blettinum, og í síðsta minutti var tað spælandi venjarin, Julian Johnsson, sum skoraði fínt mál. Hann tveitti seg fram og drønstútaði í kassan. Serliga í 2. hálvleiki hekk tað væl saman hjá B68, sum framvegis spældi uttan Øssur Hansen, ið er um at vera tøkur aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur.
Heimadysturin móti LÍF annan hósdag ella Kristi Himmalferðardag, tá ið seinnu hálvfinalurnar skulu spælast, tykist sostatt at verða avgreiðsluspurningur hjá B68. Men tað verður stórur spenningur, tá ið AB fer til Sands at spæla seinnu hálvfinaluna.
Á Argjum var tað tætt og spennandi leygardagin. AB vann 1-0. Málið skoraði álopsspælarin Nicolag Eriksen, tá ið eitt korter var eftir. Talan var um vakurt mál, tí eftir innlegg megnaði hann í málteiginum at temja við bringuni, áðrenn hann úr spíksum sendi framvið Símuni Rógva Hansen í B71 málinum.
B71 misti miðskeiðis í 2. hálvleiki miðvallaran Eirik Poulsen, sum sá reytt eftir seinna gula kortið, og í síðstu løtu noyddist eisini miðvallarin Sverrir Kjærbo av vøllinum, tí hann tvær ferðir hevði sæð gult og harvið eisini reytt.
Tað vil siga, at teir báðir verða leikbannaðir leygardagin, tá ið fyrsta umfarið í 2. deild verður á skránni. Tá skal B71 aftur spæla á Argjum, har teir ofta hava havt trupult at fáa stig.