Jónleif Højgaard skiftir frá barndómsfelagnum B68 til grannarnar NSÍ. Tað boðar ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, frá í kvøld fyri in.fo. NSÍ verður komandi ár uttan Andy Olsen, sum hevur skift til ÍF. Tí kann hugsast, at Jónleif Højgaard skal verða ein avloysari fyri Andy.
Talan er um ein tvey ára sáttmála. Jónleif Højgaard er 25 ára gamal og spældi í fjør 21 dystir fyri B68, sum flutti niður. Hann hevur samanlagt spælt 104 dystir í bestu deildini og allar fyri barndómsfelagið B68, sambært Faroesoccer.com.
NSÍ bleiv farna kappingarár nummar fýra í Effo-deildini. Tað gevur atgongd til Evropa League komandi kappingarár.