B71 bert eitt stig frá 1. deild

Fótbóltur: Eli Hentze ivast ikki í, at B71 kann standa seg í 1. deild komandi ár. Sandoyingar vunnu toppdystin móti LÍF leygardagin og hava við 99 prosents vissu vunnið 2. deild

Sandoyingar vunnu týdningarmikla toppdystin móti LÍF leygardagin, og nú skal ganga heilt av skriðuni, um B71 ikki vinnur 2. deild og flytir upp til komandi ár.

Áðrenn hetta vikuskiftið var B71 seks stig frammanfyri LÍF, sum lá á øðrum plássi, men sum fyri nøkrum vikum síðani var bert eitt stig aftanfyri oddaliðið úr Sandoynni.

Men so taptu leirvíkingar í Sandavági, og vikuna eftir fingu teir bert javnleik móti botnliðnum NSÍ. Slíkir dystir skulu vinnast, tá tú ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí kundu leirvíkingar av røttum halda, at trýstið á teimum á Sandi leygardagin var óneyðuga stórt.

Waldemar Nowicki vísti seg enn einaferð at vera ein góður maður hjá B71 tíðliga í dystinum, tá heimaliðið misti bóltin í uppspælinum. Olgar Danielsen stóð knappliga púra leysur, men Waldemar fekk bjargað til hornaspark.

Hevði LÍF komið á odda tá, hevði dysturin kanska verið heilt øðrvísi, enn hann bleiv. Leirvíkingar høvdu onkrar royndir afturat í fyrra hálvleiki, men í hinum endanum var Rúni í Soylu nær við at leggja B71 á odda, tá hann rakti tvørstongina.

Tað gekk rættiliga javnt á, men í 65. minutti fekk heimaliðið hol á, bólturin varð sendur innfyri LÍF-málið, har Eli Hentze legði hann. Tað snýtti ein LÍF-spælara, og so lá væl fyri hjá B71-veteraninum, sum skoraði til 1-0.

Og teir gulu øktu bert fimm minuttir seinni. Bergleif Sólsker kom á málskjúttaralistan fyri fyrstu ferð, eftir at hornasparksinnlegg var komið útfrá aftur.

Men spenningur kom í aftur dystin bert fýra minuttir seinni. Kristjan á Reynatrøð, sum ikki hevur spælt so nógv í ár, var komin inn móti endanum av fyrra hálvleiki, og hann vísti, at hann ikki hevur gloymt, hvar málið er, tá tveir B71-arar ikki kundu avgera, hvør av teimum skuldi skjóta bóltin burtur.

Nú var 2-1 og eitt korter eftir at spæla. LÍF hevði brúk fyri tveimum málum fyri veruliga at skula gera sær vónir um at vinna deildina, men teir fingu einki afturat. Tað fekk B71 heldur ikki, men sigurin tryggjaði teimum við 99 prosents vissu luttøku í 1. deild komandi ár.


B71 kann standa

seg í 1. deild

Eli Hentze er ein av teimum mest royndu á B71-liðnum. Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum ? at flutt upp í 1. deild í 1988, at vunnið føroyameistaraheitið í 1989 og at flutt niður aftur í 2. deild í 1990, umframt fleiri steypafinalur ? bæði vunnar og taptar.

Tá vit prátaðu við hann sunnukvøldið, var hann sum vera man eitt sindur varin við at tosa um 1. deildarfótbólt, men hann ásannaði, at tað nú skal ganga sera illa, um uppflytingin skal gleppa sandoyingum av hondum.

Hann kundi eisini avdúka, at B71 arbeiðir seriøst við 1. deildarfótbólti fyri komandi ár, og sjálvur heldur hann, at tað fer at bera til hjá sandoyarfelagnum at standa seg í bestu deildini.

? Onkur hevur longu »kondolerað« meg, men tað gjørdu teir jú eisini fyri tíggju árum síðani, skemtar B71-veteranurin, sum sjálvur var spælandi venjari hjá liðnum, ið flutti niður í fjør.

Longu tá bleiv so smátt arbeitt við einum ættarliðsskifti á besta mansliðnum hjá B71, og tað arbeiðið er nú væl á veg. Í ár hava tað framvegis verið kend nøvn so sum Eli Hentze, Rúni í Soylu, Jóan Petur Clementsen og Páll á Reynatúgvu at sæð á liðnum, men eisini aðrir, ungir menn eru spældir inn, og teir skulu nú ? tora vit at siga ? royna seg í 1. deild.

? Við tí fólkinum, vit hava nú, umframt tilgongd frá eini tveimum øðrum, ivist eg ikki í, at tað fer at ganga næsta ár ? um vit nú flyta upp, skundar Eli Hentze sær at leggja afturat.