B71 bjóðar av álvara av

1. DEILD: Sigursmálið ímóti NSÍ varð skorað í evstu løtu

Jónas Warner skoraði fyrra B71 málið, og hann hevur higartil í ár skorað 12 mál. Mynd: B71

Tað er ikki frítt, at heystardámurin í Sandoy ikki bara er eyðkendur av tí, sum tey taka upp, og av tí, sum verður skorið í fjallgongu. Tað luktar eisini ikki frítt av fremstu deildini í fótbólti.

 

Í dag hevði B71 vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og tað endaði við 2-1 heimasigri. Sigursmálið, sum kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning, tá ið tað verður endaliga gjørt upp, og tað verður funnið fram til, hvør skal flyta upp.

 

Klokkan vísti 94 minuttir, tá ið Tijani Mohammed skoraði til 2-1. Hetta var fjórða málið hjá 31 ára gamla ghanesaranum. 2-1 sigurin ber við sær, at B71 hevur 40 stig. Tað er sama stigatal, sum AB og Víkingur hava, og nú er spurningurin, hvat av hesum liðunum fer at enda uttanfyri heiðursmerkjapláss, og um tað verður AB ella B71, sum fer at flyta upp í bestu deildina.

 

Bæði AB og B71 hava tveir dystir eftir at spæla. Tann seinni verður leygardagin 30. oktober, tá ið AB verður gestur inni í Dal á Sandi.

 

Sølvi Sigvardsen legði NSÍ á odda átta minuttir undan steðginum, og fýra minuttir eftir steðgin hevði NSÍ stóran møguleika at økja um leiðsluna, men tá misnýtti Jógvan Højgaard brotsspark.

 

20 minuttir undan dystarenda javnaði Jónas Warner til 1-1, og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Tijani Mohammed skoraði B71 sigursmálið.

 

Um eina viku eigur NSÍ heimavøll ímóti Víkingi, og tá fer B71 at spæla toppdyst á útivølli ímóti Skála.

 

Jónas Warner skoraði fyrra B71 málið, og hann hevur higartil í ár skorað 12 mál. Mynd: B71