B71: Ein ótrúligur stuðul

- Vit ynskja at takka Ole og Ann-Dorith saman við Sandoy Seafood fyri ótrúliga stuðulin, siga tey í B71.

 

- Tað var ein fegin formaður og nevnd, sum í februar mánaði fekk boð um og síðani undirskrivaði sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul hjá Sandoyar Ítróttarfelag, B71. Í gjárkvøldið var so aðalfundur felagsins loksins hildin. Umframt alla vanliga avgreiðslu av roknskapi og nevndarvali, var nýggi høvuðsstuðul felagsins eisini avdúkaður.

Soleiðis skrivar Sandoyar Ítróttarfelag - B71 - á sínari heimasíðu í dag. Tey vísa á, at tað vóru hjúnini, Ole og Ann-Dorith Nattestad, sum umboðaðu Sandoy Seafood hendan dagin inni í ítróttarhøllini, tá stuðulsavtalan varð undirskrivað. Avtalan ber í sær, at Sandoy Seafood, sum áður hevur verið høvuðsstuðul felagsins, tekur enn eitt tak sum høvuðsstuðul komandi tvey árini.

- Sandoy Seafood verður tí at síggja á leikbúnunum hjá bæði 1. deild monnum og 1. deild kvinnum, umframt at tey ynsktu at stuðla allari barna- og ungdómsdeildini, har tey gjalda leikaragjøld fyri allar íðkandi limir hjá felagnum komandi tvey árini. Sostatt kann Sandoyar Ítróttarfelag B71 kunngera, at framyvir - og í samstarv við Sandoy Seafood og Nattestad-hjúnini - verður tað ókeypis at íðka við B71.

Í B71 vísa tey á, at ein stórur partur av avtaluni sjálvsagt er ein øktur stuðul til bestu lið felagsins og raksturin annars, men tað óvanliga - og sera gleðiliga við hesi nýggju stuðulsavtalu - er, at samstarvsfelagin sjálvur kom við hugskotinum um at gera tað upp aftur lættari hjá familjum at raðfesta ítrótt sum eitt frítíðarítriv fyri børn teirra.

- Við at syrgja fyri, at B71 ikki nýtist at taka pengar fyri børn og ungdóm í tíðarskeiðnum 2020-2022, væntar felagið enn størri áhuga og vónandi methøga tilmelding framyvir. Hetta fer haraftrat at gera tað lættari hjá felagnum at melda lið til - við tryggum grundarlagi og vónandi fleiri leikarum.

Í B71 eru tey sera fegin um nýggju avtaluna, sum tey vænta fer at gera arbeiðið smidligari og úrslitini betur. - Vit ynskja at takka Ole og Ann-Dorith saman við Sandoy Seafood fyri ótrúliga stuðulin og gott samstarv komandi árini. Drívið nú á børn, ung og vaksin og takið av tilboðnum um ítrótt og felagsskap í barna- og ungdómsárum og mong ár framyvir, er áheitanin hjá B71 eftir aðalfundin í gjár.

##med2##

##med3##