Tað var drama í Gundadali íkvøld. Næstbesta liðið hjá HB stríðist fyri lívinum í 1. deild, og Víkingur stríðist fyri at varðveita møguleikan at vinna gull.
Víkingur vann 1-0. Sigursmálið skoraði 16 ára gamli Signar á Brúnni. Dómarin legði fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og hon var um at vera farin, tá ið Signar fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði fyri næstbesta liðið hjá Víkingi.
Málið og úrslitið bar við sær, at B71 slapp undan hóttanini av niðurflyting. B71 hevur 30 stig, og HB hevur 26 stig. B36 og Skála, sum hava ávikavíst 27 og 28 stig, eru í kapping við HB um at sleppa undan at flyta niður.
Sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis hevur møguleika at vinna 1. deild. Víkingur hevur 52 stig, og KÍ hevur 54 stig.
27. umfar fríggjadagin 25. oktober: EB/Streymur – B36, Víkingur – Skála, NSÍ – B71, B68 – KÍ og 07 Vestur – HB.