info
Ongi úrslit

B71 fær fjepparafelag

B71 skrivar á Facebook, at felagið nú fær eitt fjepparafelag. Endamálið er at økja um áhugan og stuðul til felagið B71 á ymiskar mátar. Nú leita tey eftir einum navni

Tróndur Arge
6. juli 2022 kl. 19:42

B71 skrivar á Facebook, at felagið nú fær eitt fjepparafelag. Endamálið er at økja um áhugan og stuðul til felagið B71 á ymiskar mátar. Nú leita tey eftir einum navni.

- Seinasta fríggjakvøld hittust B71 fjepparar og fundaðust inni í Dal. Evnið var stovnan av einum nýggjum fjepparafelagið, ið hevur til endamáls at økja um áhugan og stuðul til felagið B71 á ymiskar mátar. Í løtuni sóknast felagið eftir fólki, ið vilja vera partur av stovnandi nevndini og hettar arbeiði skal vera liðugt og nýggja nevndin funnin til sunnudagin 17. juli, har tað vónandi ber til at seta nýggjasta fjepparafelagið í landinum á stovn, skrivar áhugabólkurin fyri fjepparafealgið á Facebook hjá B71.

Tað verður nú leitað eftir fólki, sum hava áhuga at verða ein partur av fjepparafelagnum, og tað verður eisini leitað eftir einum navni búmerki. Til hetta burturlutar B71 tvey árskort fyri 2022.

- Uppgávan er at koma við uppskotum til nýggja navn fjepparafelagsins og so ber samstundis til at koma við einum búmerkja uppskotið. Til ber at koma við uppskotið til annahvørt navn ella búmerkið, men eisini bæði, um áhugi er fyri tí. Loyvt er at koma við so nógvum uppskotum sum man ynskir, umframt at man er vælkomin til at forklára hugskotini aftanfyri nøvn og búmerkini, og tað er ikki krav at duga væl at tekna fyri at gera eitt búmerki. Hugskotini eru tey týdningarmiklastu, so haldið tykkum endiliga ikki aftur, óansæð aldur ella listarligu førleikarnar, eru greiðu boðini frá áhugabólkinum.

Uppskotini skulu sendast við telduposti til [email protected]. Evsta mark er 17.juli.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla­borðhald

27 minuttir síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

41 minuttir síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

1 tími síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

4 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

5 tímar síðan