Klokkan 15 verður fyrsta bríksli á Sandi, har klaksvíkingar í dag vitja B71. Hetta er fyrsti dysturin í 25. umfari. Hinir fýra vera mikudagin.
B71 og KÍ hava spælt tvær ferðir fyrr í ár. Í vár vann KÍ 6-0 á B71, sum tá hevði heimavøll á Argjum. Í august mánað vann B71 2-1 í Klaksvík. Tá kveiktist vónin hjá sandoyingum um at varðveita plássið í bestu deildini, men síðani er tað vorðið greitt, at B71 næsta ár skal spæla í næstbestu deildini.
Hjá KÍ hevur hilnast so mikið væl seinastu umførini, at alt ber á tað borðið, at KÍ eisini næsta ár skal spæla í fremstu røð. Í løtuni er KÍ á fimta plássi, og klaksvíkingar undirstrika, at málið framvegis er at varðveita plássið í Vodafonedeildini.
Georg N. Rasmussen verður dómari á Sandi.