B71 tók luftina úr NSÍ

Tá sandoyingar í 2. hálvleiki vóru meiri framrættaðir, hóttu teir heimaliðið so mikið nógv, at teir vóru um reppið at fara við øllum stigunum

NSÍ-B71 1-1 (1-0)


Í framúr góðum fótbóltslíkindum býttu NSÍ og B71 leygarkvøldið stigini millum sín á Eystanstevnuni. Tá Suni Johansen bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað týðuligt, at gestirnir vóru nøgdir við úrtøkuna, meðan teir á heimaliðnum ikki vóru nøgdir við at fáa eitt stig buturúr móti einum av liðunum, sum teir á heimavølli høvdu ætlað sær at fingið fulla úrtøku burturúr ímóti.

Fyri liðini í bestu føroysku deildini er tað ein stór uppgáva at standa fyri fótbóltsundrhaldinum aftaná, at áskoðararnir hava havt møguleika at síggja Portugal og Rumenia, og frammanundan at Ongland og Týskaland fara um skíggjan. Hetta vóru treytirnar hjá NSÍ og B71. Tí er tað væl hugsandi, at dómurin yvir stevnuavrikið hjá teimum í Runavík og teimum á Sandi verður ivaleysa harður.

At munurin í málum alla tíðina var so tepur, hevði tað við sær, at spenningurin varð varðveittur alla tíðina. Onkra løtuna fleyt spælið hampuliga væl, men tað kom meiri enn so fyri, at lætta loysnin at sparka í staðin fyri at spæla varð vald, og tað var ikki atlíð, at temjingarnar og bóltførleikin annars var á tí støðinum, sum tað kann roknast við av teimum, ið undirhalda á hægsta støði í Føroyum.


NSÍ umfarið

Heimaliðið var nógv meiri ágangandi í fyrra umfarinum. Tað mesta gekk fyri seg á hálvuni hjá sandoyingum. Hetta komst fyri ein part av, at NSÍ vísti rættan hugburð. Teir vóru nógv meiri ágangandi, enn teir ofta hava verið, og teir arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum.

Men tað komst eisini av, at B71 ikki legði so nógv í verjupartin frammarlaga á vøllinum. Sandoyarliðið pakkaði seg saman aftarlaga á egnari hálvu, og so dúvaðu teir upp á, at tað skuldi eydnast at senda langar bóltar fram til Eli Hentze og Michael Jørgensen, sum ofta vóru einsamallir frammarlaga á vøllinum.

NSÍ hevði fleiri góð álop, men tað var ikki ofta, at teir settu Valdemar Nowisci á tær stóru royndirnar. Ian Højgaard, Gert Langgaard, Dánial Hansen og eisini onkur annar høvdu fínar skotroyndir, men at tað var so tjúkt fyri frammanfyri B71 málið gjørdi, at royndirnar oftast vórðu blokerðar, áðrenn bólturin kom í málteigin.

Málinum, sum NSÍ fekk seint í 1. hálvleiki, bilti einki. Eftir deyðbóltsstøðu til B71, gjørdi NSÍ skjótt av. Ian Højgaard spældi Gert Langgaard leysan í høgru, innleggið kom til nærra stólpan, har Dánial Hansen, sum aftur hesa ferð var í álopinum, var so mikið leysur, at tað var løtt søk hjá honum við høvdinum at stýra bóltinum í málið.

At Dánial hesa einu ferðina var so leysur, mundi komast av, at B71 veteranurin, Ib Mohr Olsen, sum av álvara hevur spælt seg aftur á liðið, ikki var komin upp á pláss aftur, eftir at hann hevði verið frammi í sambandi við deyðbóltsstøðuna. Ib hevði annars gott tak á í luftkrígnum við Dánial Hansen.


B71 umfarið

At sandoyingar í fyrra umfarinum høvdu Eli Hentze á toppinum tóktist ikki so sannførandi. Veteranurin var í síni tíð skjótur og snildur álopsmaður. Í seinna umfarinum var Eli Hentze á miðvøllinum. Eli setti av álvara dám á spælið, og avrikið boðaði frá, at tað eru bóltførleikin og taktisku evnini á miðvøllinum, ið nú eru bestu dygdirnar, sum B71 eigur í Eli Hentze. Beint undan steðginum framdi B71 venjarin dupulta útskifting. Alex Nielsen, sum hevði verið ivasamur, kom á vøllin saman við Jákupi Lamhauge, og hetta vísti seg at hjálpa væl upp á álopspartin.

Síðst í 1. hálvleiki var um reppið, at B71 javnaði. Julian Floresco, sum var sera eyðsýndur á miðvøllinum í vinstru, sendi fríspark úr átjan metrum omanfyri manngarðin og móti samankomingini, har Rúni Joensen bjargaði.

Eli Hentze javnaði við brotssparki. Alex Nielsen kappaðist uttarlaga í brotsteiginum í vinstru við Arnfinn Langgaard um stikkbólt frá Eli Hentze. Ivaleyst gjørdi B71 maðurin fríspark, men tað sá dómarin ikki. Og so legði verjuveteranurin mótstøðumannin niður. Tað sá dómarin, og Eli sendi brotssparkið framvið Kára Hansen, sum var farin í málverjubúnan, tá Rúni Joensen var so mikið plágaður av knæskaða, at hann kendi seg noyddan at fara av vøllinum.

Sum seinna umfarið leið, lá eitt B71 mál meiri í luftini enn eitt mál til heimaliðið. B71 samanspældi betri. Michael Jørgensen, sum er nýggi danin á framrættaða miðvallarplássinum hjá B71, vísti gott skil og hegni og hevði saman við Alexi Nielsen stóra tyngd. Størsta møguleikan fekk Michael Jørgensen, eftir at Høgni Hansen hevði sent innfyri, men stútarin úr stuttari fjarstøðu fór omanfyri málkarmin.


NSÍ-B71 1-1 (1-0)

1-0: Dánjal Hansen 22.

1-1: Eli Hentze (br.) 56.


Dómari: Suni Johansen


NSÍ:

Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Dánial Hansen, Gert Langgaard


B71:

Valdemar Nowisci ? Høgni Hansen, Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bernhard Petersen, Hans Jørgen Djurhuus ? Jón Brekku, Kári Nielsen, Julian Floresco ? Michael Jørgensen, Eli Hentzem bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.


Ikki ósamdur

við Hvítubók

Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:


?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.


?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.


?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.


Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.


Hví fara yvir um

ánna eftir vatni

Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.

Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.

Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.

Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.

Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.


Landsstýrið hevur

gjørt sakina danska

Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.

Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.

Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.


Aftur sum av torvheiðum

Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.

Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?


Seta framtíðina veð

Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard