B71-venjari fremur sensatión við Gambia

Minsta landið í Afrika er stóra sensatiónin í Africa Cup of Nations

Gambia, sum er minsta landið í Afrika, er fyri fyrstu ferð nakrantíð við í endaspælinum um afrikanska meistaraheitið – Africa Cup of Nations, sum verður hildið í Kamerun í hesum døgum.

 

Tað kom rættiliga óvart á, at Gambia megnaði at spæla seg í endaspælið, tí landið var styrkismett sum nummar 172 í heiminum – vit kunnu siga langt aftan fyri Føroyar – tá ið undankappingin byrjaði.

 

Men Gambia er als ikki liðugt við at taka øll á bóli, tí nú bókaspælið í Africa Cup of Nations er liðugt, hevur Gambia spælt seg víðari og er ósigrað í trimum dystum. Tað verður roknað su sensatión.

 

Gambia vann fyrsta dystin ímóti Móritania, teir spældu javnleik ímóti Mali, og í kvøld hava teir vunnið á Tunesia, sum telist millum sterkastu londini í Afrika.

 

Maðurin, sum hevur staðið fyri bragdinum, er fyrrverandi venjari hjá B71. Belgiarin Tom Saintfiet var venjari hjá B71 í 2002 og 2003, og síðan hevur hann vant fleiri afrikonsk landslið. Hann hevur vant Gambia síðan 2018.

 

– Tað var rættiliga óvæntað, at vit komu í endaspælið, og tað er eitt undur, at vit eru komnir víðari frá bólkaspælinum, sigur Tom Saintfiet.

 

Hann minnist væl tíðina í Føroyum.

 

– Mær dámdi væl í Føroyum, og eg havi framvegis samband við føroyingar. Tíverri fekk eg ongantíð kjansin at koma aftur til Føroyar, men tað vil eg fegin einaferð. Eg ætli mær í øllum førum at vitja í Føroyum aftur og uppliva landið og fólkini, sum eg upplivdi sum sera vinarlig, sigur Tom Saintfiet við Sosialin um vikuskiftið.

 

Í Sosialinum, sum kemur út í morgin, ber til at lesa longri samrøðu við Tom Saintfiet, hetjuvenjaran hjá Gambia.

 

##med2##