B71-venjarin skiftir til Skála

Skála hevur sett Dragan Kovacevic í starv sum venjara næstu tvey árini

Fyri stuttum var greitt, at Johan Nielsen ikki longur verður venjari á Skála. Og síðani hetta hevur felagið leitað sær eftir nýggjum manni í hansara starv.
Fríggjdagin sendi felagið eitt tíðindaskriv út, har váttað verður, at Dragan Kovacevic er settur í starv.
Dragan er serbi, men kennir føroyskan fótbólt rættiliga væl, tí hann hevur verið venjari her í fleiri umførum. Í 2002 og í fjør vandi hann VB/Sumba, og í ár hevur hann vant B71, sum hann nú hevur leitt upp í Formuladeildina.
Skála Ítróttarfelag hevur sett Dragan Kovacevic í starv sum høvuðsvenjari, og sum slíkur kemur hann at hava ábyrgdina av Formulaliðnum. Harumframt kemur hann eisini at hava ábyrgdina av ungdómsvenjingini, og saman við venjarunum hjá teimum einstøku liðunum fer hann at leggja venjingina hjá teimum yngru til rættis. Ætlanin er eisini, at hann skal vera við í venjingini í tann mun tað er gjørligt.
- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Dragan Kovacevic. Hann er ógvuliga málrættaður í sínum arbeiði, og er stak fyrikomandi sum persónur. Vit hava leingi havt ætlanir um at fáa størri ferð á ungdómsarbeiðið hjá felagnum, og henda loysnin gevur okkum tann møguleikan, sigur Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála Ítróttafelag.