Bað um at verða loystur úr starvi

Meirilutin av Tvøroyrar býráð samtykti at ganga umsóknini frá borgarstjóranum á møti

Borgarstjóraskifti

Finnleif Guttesen er ikki longur borgarstjóri á Tvøroyri.
Á býráðsfundi fyri afturlætnum hurðum í illveðrinum mánakvøldið, søkti Finnleif Guttesen býráðið um at verða loystur úr starvi sum borgarstjóri.
Tað gjørdi hann við grein 23 í kommunustýrislógini í hondini.
Hon sigur, at ?Setir borgarstjóri ella varaborgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.?
Býráðið samtykti umsóknini og síðani var Kristin Michelsen valdur til Borgarstjóra.
Tað vóru teir fimm limirnir í samgonguni í býráðnum, sum valdu nýggjan borgarstjóra. Tað eru tey trý umboðini hjá javnaðarflokkinum, Sverri Midjord, Heri Mortensen og Pauli Einarsson, umframt sambandsumboðið, Finnleif Guttesen og Kristin Michelsen, sum er valdur á uttanflokkalistanum.
Men Finnleif Guttesen sigur, at hann fór av fundi, tá ið býráðið skuldi atkvøða um at ganga umbøn hansara á møti um at sleppa frá. Men hann atkvøddi fyri at velja Kristin Michelsen til nýggjan borgarstjóra.
Hinir báðir býráðslimirnir á Tvøroyri eru Bergur Bærendsen og Dan Nielsen, men teir eru báðir í andstøðu.
Vit spurdu eisini Finnleif Guttesen, hví hesin býráðsfundurin var fyri afturlætnum hurðum.
?Tað var tí at meiri enn ein triðingur av býráðslimunum bóðu um tað, sigur hann.
Finnleif Guttesen fór frá beinanvegin.