Hann náddi ikki at reagera, tá hann fekk veirin í andlitið og fór sendandi eftir dekkinum.
Gøtumaðurin John Petersen metir seg vera sera hepnan, hóast hann hevur brotið stóran part av vinstra kjálka, er hovin um alt andlitið og er seymaður við nógvum pentum í vanganum.
? Tað kundi endað nógv verri. Eg eri bara fegin um, at eg eri komin heim í øllum góðum, sigur John Petersen.
Seinastu dagarnar hevur hann hildið frí í Klaksvík, haðani kona hansara, Eydna, er ættað, og hann hevur verið nógv saman við dóttrini Anni, sum fyllir eitt ár í dag.
Tók kjansin
Søgan byrjar mánadagin, tá teir umborð á Tróndi í Gøtu skulu draga trolið.
John Petersen var fyrstu ferð við trolaranum í fjør, og hann hevur verið við meginpartin av hesum árinum sum avloysari. Hann er raskur og íðin, og slíkum manni er brúk fyri.
John skuldi krøkja eitt lás av veirinum, sum dregur trolið. Veirurin í tí síðuni, sum John stóð, fór skeivur á dekkinum, tí skipið vendi sær eitt sindur í sjónum.
? Eg eigi ikki at fara út á trolbanan, men bíða til veirurin kemur upp á pláss aftur. Tað hevði eg ikki tol til. Veirurin er 120 sentimetrar upp frá dekkinum, og tí kreyp eg út ímóti honum. Tað ræður um at ansa sær, tí tá veirurin fer aftur upp á pláss, skjýtur hann við stórari ferð, og tá er ikki lukkuligt at vera fyri, greiðir John frá.
? Eg noyddist at reisa meg eitt sindur upp, tá eg skuldi krøkja av, og eg helt meg velja røttu løtuna, men í tí at eg skuldi krøkja av, brast veirurin í andlitið á mær.
? Eg fór sendandi eftir dekkinum, og meðan eg merkti, hvussu kjálkin doyvdist og ein pína breddi seg upp í høvdið, hugsaði eg, er tað soleiðis at doyggja.
? Tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið eina slíka løtu. Eg hugsaði um familjuna heima, og eg bað nógv fyri at yvirliva og koma heimaftur.
Glaður um at verða á lívi
John Petersen mist ongantíð vitið, og hann visti í fyrstuni ikki, hvat var hent honum. Pínan var einki at tosa um, men kjálkin kendist doyvdur.
? Eg hugsaði, at her var ikki alt í lagi, og eg fór upp til kokkin fyri at fáa okkurt at køla av við. Tá eg hugdi í spegl, sá eg, at ein partur av kjálkanum var trýstur inn. Og so kom pínan so líðandi og gjørdist øðilig til endan, sigur John.
Teir høvdu beinanvegin samband við lækna og settu kós móti Suðuroynni. Á sjúkahúsinum á Tvøroyri varð John kannaður, og morgunin eftir varð hann lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum. Hetta var gjørt fyri at fáa brotini í kjálkunum upp á pláss aftur.
? Eg var sera fegin, tá eg vaknaði aftur. Eg var glaður um at vera á lívi, og pínan var eisini minkað, sigur John.
Kundi verið verri
John hevur ikki mist hugin at verða til skips, hóast óhappið bara er fáar dagar gamalt.
? Tá vit sigldu inn, og kokkurin royndi at tosa við meg fyri at halda meg vaknan, segði eg, at nú fór eg helst at missa kjansin av hesum. Nei, tað skuldi eg ikki hugsa um. Eg skuldi bara blíva frískur aftur, sigur John.
? Eg vil gjarna til skips aftur, men eg havi lært, at tað ræður um at ansa sær betur. Eg hevði sjálvur skyldina av óhappinum, tí eg skuldi ikki verið farin út á trolbanan.
Andlitið á John er framvegis hovið og merkt av ógvusliga stoytinum, og hóast hann fær illa smílst orsaka av nógvu brotunum í kjálkanum, so er hann ein fegin maður.
? Veirurin rakti akkurát har, hann skuldi raka. Hevði hann rakt í høvdið, so hevði tað neyvan endað soleiðis. Eg kundi eisini havt fingið ein stórt lás, sum var á veirinum í høvdið, so eg eri fegin um, at eg hóast alt kom væl burtur úr hesum.