Babbel ræðist ikki sekkin

Tað hevur gingið illa hjá týska felagnum Stuttgart í hesum kappingarárinum, og venjarin Marcus Babbel sigur, at hann er avkláraður við støðuna, sum hann er komin í. Ein av gomlu vinmonnunum hjá Babbel er ítróttarstjóri í felagnum, og hann skal taka eina møguliga avgerð um at sekkja Babbel.
- Eg havi sagt við, at hóast okkara vinarlag, so skal hann passa sítt arbeiði. Eg havi verið við nóg leingi til at vita, at um vit ikki fáa betri úrslit, so má hann gera okkurt, sigur Babbel.