Back to the future!

Heðin Mortensen fer aftur í tíðina

Heðin Mortensen fær stundum rós fyri at kunna loysa smærri og størri trupulleikar uttan trupulleikar. Men vit hava hug at halda, at nú er hann komin heilt fram at markinum fyri, hvat hann megnar. Í vikuni spurdi Rás2 Heðin Mortensen, um hann roknaði við, at pedagogverkfallið fór at enda hesa vikuna. Hann svaraði: “Ja, í minsta lagi – helst fyrr”. Hóast Heðin er effektivur og miðvísur so vilja vit gjarna síggja tað, áðrenn vit trúgva tíð, at hann kann skrúva tíðina aftur og enda verkfallið í farnu viku.