Í nátt tók løgreglan í Havn ein bilførara fyri at koyra við kenning.
Tað var alt fyri eitt, at tað fall í eyguni á einum varðliði hjá løgregluni, sum koyrdi runt í býnum, at alt ikki ruggaði rætt hjá bilføraranum.
Hann koyrdi nevniliga við sløktum lyktum ímóti ferðluni á einum vegi, har ferðslan annars var einvegis – hinvegin.
Tá ið løgreglan steðgaði bilinum at vita, hvat var áfatt, fingu tey beinanvegin illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur og tá hann blásti vísti mátitóli eisini, at hann hevði ov nógv í blóðinum og tískil varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyrding.
Sostatt varð hann førdur á Landssjúkrhúsið at taka blóðroynd at staðfesta tað nágreiniligu promilluna og síðani gongur málið sína gongd.