Báðir partar fáa nú eitt stórt ynski uppfylt

Nú fellur avgerðin um gamla studentaskúlanum í Hoydølum og venjingarskúlan á Frælsinum, og alt økið rundan um hann

Nú fær Tórshavnar Býráð loksins ræðið á gamla studentaskúlanum í Hoydølum

Í langa tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan, har Tórshavnar Kommuna skuldi fáa gamla studentaskúlan í Hoydølum og aftur fyri skuldi Mentamálaráðið fáa tann partin av Venjingarskúlanum, sum kommuan eigur. Endamálið er at gera ábøtur á Venjingarskúlan og at gera alt økið á Frælsinum til ein part av Fróðskaparsetrinum. Nú er arbeiðið komið so langt, at Tórshavnar Býráð og Mentamálaráðið eru til reiðar at skriva undir eina avtalu. Tórshavnar Kommuna eigur 40 prosent av Venjingarskúlanum umframt alla ta einu loninina, sum er bygd upp í.

 

Við hesi avtaluni fáa báðir partar eitt stórt ynski uppfylt. Tórshavnar Býráð fær ræðið á gamla studentaskúlanum, men Mentamálaráðið fer at seta sum treyt, at hann skal brúkast til almannagagnlig endamál og Tórshavnar Býráð sleppur ikki at selja hann.

 

Harumframt fær Mentamálaráðið alt økið á Frælsinum til Fróðskaparsetrið. Tað merkir, at alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum verður miðsavnað á Frælsinum. Sostatt skal Fróðskaparsetrið eisini flyta úr Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju og tað skal vera í seinasta lagi við árslok í 2024, ella um knapt hálvttriðja ár. Men afturfyri at siga sáttmálan upp, skal Býráðið rinda Fróðskaparsetrinum 4,2 milliónir í endurgjaldi.

 

Somuleiðis hevur Tórshavnar Býráð leingi arbeitt fyri at savnað alla umsitingina undir sama taki og endamálið er so, at umsitingin skal flyta út í sjóvinnuhúsið. Tað fer so aftur at bera í sær, at fleiri bygningar í miðbýnum fara at standa tómir, sum so kunnu brúkast til alskyns endamál.

 

Ein meklari hevur mett virði á tí partinum av Venjingarskúlanum, ið kommunan eigur, til slakar 32 milliónir og lonin, býráðið eisini eigur, er mett til 13 milliónir, ella 45 milliónir tilsamans.

 

Samstundis er gamli Studentaskúlin mettur til 32,5 milliónir og lonirnar við skúlan eru mettar til 4,5 milliónir, ella 37 milliónir tilsamans. Í lonunum, er dagstovnur og serskúli, men tær kunnu takast niður og flytast og fyribils hava tær loyvi frá friðingarmyndugleikanum at verða standandi til árslok 2023.

 

Tað er eisini ein partur av avtaluni ímillum býráðið og Mentamálaráðið at kommunan verður leys av lyftinum, ið Tórshavnar býráð gav Fróðskaparsetrinum í 1990 um at lata Fróðskaparsetrinum eitt stykki upp á 50.000 fermetrar í Marknagili til eitt nýtt Fróðskaparsetur.

 

Samanumtikið skal Mentamálaráðið rinda Tórshavnar kommunu 1.854.000 krónur, sum er munurin á virðinum. Tá ið avtalan er komin í lag, kann Fróðskaparsetrið fara undir at umvæla bygningarnar á Frælsinum og gera ein nýggjan lestrarbýling á Frælsinum. Samstundis fær Tórshavnar býráð ræðið á Sjóvinnuhúsinum, og ognunum í Hoydølum.

 

Nú skal býráðið so taka støðu til ætlanina, men tað verður uttan iva bara ein avgreiðsluspurningur. Heðin Mortensen er borgarstjóri í Havn. Tá ið hann var løgtingsmaður, hevði hann hesa hugsa um, hvat gamli studentaskúlin í Hoydølum kann brúkast til: Les meiri Her: Soleiðis kann hendan perlan verða til størst gagn.

 

 

 

Nú fær Tórshavnar Býráð loksins ræðið á gamla studentaskúlanum í Hoydølum