Dagsskráirnar eru ymiskar hjá TB og HB, sum seinnapartin hittast í Trongisvági. Hjá TB er takið at sleppa undan niðurflyting, og hjá HB er takið at vinna heiðursmerki og pláss í Europa.
Mikukvøldið vann HB seg við 2-1 heimasigri ímóti 07 Vestur í steypafinaluna. Tað var kærkomið hjá sigursvanda havnarfelagnum, sum seinastu tíðina ikki hevur staðið seg so væl í landskappingini.
Tølini siga, at HB úrtøkan úr fýra teimum seinastu umførunum er tvey stig í Gundadali. Ímóti B36 næstseinast og seinast ímóti B68 endaði tað javnt, og í báðum førum vóru teir í HB ógvuliga vónbrotnir, tí teir høvdu góðar møguleikar at skora fleiri mál. Í 3-3 dystinum ímóti B68 var verjuspælið ikki sannførandi.
Í dag er HB fyri fyrstu ferð á útivølli síðani 27. august, tá ið HB vann 4-2 á Argjum.
HB er á Tvøroyri. Dysturin í Trongisvági 12. apríl endaði við málleysum javnleiki, og tá ið TB 21. mai var í Gundadali endaði tað við 4-0 heimasigri.
Hjá HB er Bartal Wardum leikbannaður, og Samuel Johansen Chukwudi er skaddur.
TB er bara eitt stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, og TB hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 1. juli, tá ið tað endaði við 2-1 sigri ímóti B68. Í fleiri av dystunum síðani tá hevur avrikið verið gott, hóast eingin úrtøka er vunnin. Eitt nú, tá ið tað endaði við 1-0 tapi í Gøtu.
Síðsta sunnudag var hugburðurin góður, men kortini endaði tað við 1-0 heimatapi ímóti EB/Streymi.
Hjá TB eru allir spælararnir tøkir uttan miðverjin Musah Armah, sum er leikbannaður.