Báðir skulu hava nýggj trolspøl

- Gomlu trolspølini, sum vóru frá Oilwind í Vágum og vóru 30 ára gomul, hava koyrt sera væl, men nú eru tey niðurslitin, sigur Bjarki Magnussen, reiðari á Eysturbúgvanum.

Á bedingini hjá Mest í Havn standa snøggu partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.

 

Umframt vanligt viðlíkahald, verða trolspølini á báðum skipunum, sum nú eru 30 ára gomul, skift.

 

Bjarki Magnussen, reiðari á Eysturbúgvanum, vísir á, at trolspølini hava staðið í skipunum frá fyrsta degi.

 

- Hetta eru spøl, sum Oilwind í Vágum hava gjørt. Tey hava roynst sera væl, men nú eru tey niðurslitin.

 

Hann sigur, at gomlu spølini vóru á 25 tons, men tey nýggju, sum eru norsk og av slagnum Karmøy Winch, eru 38 tons.

 

- Tað hevði verið óført, um nýggju trolspølini fóru at roynast eins væl og tey føroysku, sigur Bjarki Magnussen.

 

Skipini skulu sambært ætlanini verða klár at fara til fiskiskap aftur hin 1. apríl, og tá verður farið beint á gulllaks.

 

- Vit vóna, at gulllaksavertíðin í ár fer at roynast, og at prísurin á fiskinum verður góður. 

 

Bjarki Magnussen sigur, at oljan er nógv dýrkað, og hetta verður ein nýggj avbjóðing, tá loyst verður aftur.

 

- Bæði skipini fingu sína 30-ára klassing í fjør, og nú trolspølini eisini verða skift, eru bæði skipini í góðum standi, leggur reiðarin aftrat.