Báðir tunlarnir verða gjørdir

Semja er nú millum flokkarnar. Alment partafelag skal gera bæði Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin

Loysnin, sum allir flokkar sigast taka undir við, er, at eitt alment partafelag verður sett á stovn, og at hetta skal byggja og reka báðar undirsjóvartunlarnar. Hetta var eisini tað, sum Jørgen Niclasen legði á borðið, tá landsstýrisfundur var í dag.

 

Mett verður, at Skálafjarðartunnilin kemur at kasta meira pening av sær, og tí verður fyrst farið undir at gera hendan tunnilin. Síðani verða inntøkurnar frá Skálafjarðatunlinum eisini við til at fíggja Sandoyartunnilin. Enn er tó ikki greitt, hvat hetta merkir fyri kostnaðin at koyra ígjøgnum tunlarnar.