Badminton aftur í gongd

Um vikuskiftið verður fyrsta Grand Prix-kappingin í bad­minton í vetur spæld á Kambs­dali, og fevnir hon um U-11, U-13, U-15, U-17, U-19 og vaksin, umframt at hvør aldursbólkur nú er deildur upp í styrkibólkar, so eitt nú gentur og dreingir kunnu enda í somu bólkum og spæla ímóti hvørjumøðrum.
Fyrsta kappingin, ið nevn­ist Kambsdal Open 2011, er skipað soleiðis, at teir yngru aldurs­bólkarnir spæla í morgin og tey vaksnu sunnu­dagin. Hetta er broyting í mun til undanfarin ár, men gevur so teimum frægastu í U-15, U-17 og U-19 møgu­leika at bjóða teimum vaksnu av sunnudagin.
Ein fyribils skrá sigur, at í morgin byrjar U-11 klokkan 9, U-13 klokkan 12, U-15 klokkan 14 og so byrja U-17 og U-19 klokk­an 16. Fyrireikararnir siga, at best hevði verið, um spæl­arar kundu møtt í minsta lagi ein hálvan tíma, áðrenn teir eru settir at spæla sín fyrsta dyst. Trý tey fremstu í hvørj­um aldurs- og styrkibólki fáa heiðurs­merki.