Stóri finaludagurin endaði við einstaklingafinaluni hjá monnum í badminton
Hendan finalan var millum Bartal Poulsen og Magnus Dal-Christiansen. Teir báðir høvdu fyrr um dagin stríðst um gullið í tvímansleiki, ið Magnus vann. So okkurt var at hevna hjá Bartali.
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna av fyrsta settið, men eftir støðuna 6-6 tók Bartal seg fram og økti til 15-8.
Tað eydnaðist Bartali at halda greiða munin, so at hann at enda vann settið 21-13
Í øðrum setti legði Magnus út sum eitt óløgi og legði seg á odda 6-1
Men Bartal svaraði aftur og løtu seinni var støðan 6-6.
Teir fylgdust til støðuna 10-10, men eins og í fyrsta setti, fekk Bartal um betra endan, og kundi spakuliga økja so at støðan eftir lítlari løtu var 17-12.
Magnus megnaði ikki at svara aftur, og Bartal fekk matchbólt við støðuni 20-14. Magnus megnaði at verja matchbóltin tvær ferðir, men uppgávan var vónleys, og endin var at Bartal tók settið við støðuni 21-14.
Sostatt vann Bartal greiðan 2-0 sigur og gjørdist føroyameistari 2018.