Danska superstjørnarn innan badminton, Peter Gade, vitjar í Føroyum um vikuskiftið, og verður hann í Havn leygardagin, tá tilmeldingin til nýggja venjingarárið hjá Havnar Badmintonfelag verður.
Peter Høg Gade Christiansen betur kendur sum Peter Gade er ein av mest succesríku donsku badmintonspælararum. Hann hevur vunnið bæði HM, EM og All England heiðursmerki og er júst afturkomin úr London, har hann hevur luttikið í OL.
Klaksvíkar Badmintonfelag skipar fyri hugnaði og tilmelding í Badmintonhøllini í Klaksvík kl. 17:00 fríggjardagin 31. august og Havnar Badmintonfelag skipar fyri hugnadegi og tilmelding kl. 15:00 í Hoyvíkshøllini leygardagin 1. september, og tá fáa fólk høvið at heilsa upp á Peter Gade. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey úr Badmintonsambandi Føroya.
Til ber at lesa meira á www.hbf.fo
Tað er Badmintonsamband Føroya, sum skipar fyri vitjanini og fyrilestri.