Badmintonleikarar vunnu bronsu, silvur og gull í Danmark

Um vikuskiftið hevur landsliðshópurin í badminton luttikið í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttan fyri Århus.

Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í A-bólkinum.

Kappingin var á A og B-stig og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part.

 

Í blandaðum tvímansleiki vunnu leikarar okkara fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki. Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur). Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari.

 

Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing og kom heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar.

 

Miriam í Grótinum og Rúni Øster vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í A-bólkinum.