So skulu badmintonleikararnir spæla um gull við Danish Junior Open 2016
Annar dagur við Danish Junior Open varð spældur í gjár og føroysku spælararnir hava verið í gongd í trimum hallum í dag - Stenvad Hallen, Farum Arena og Værløse Hallerne. Flestu føroysku leikararnir hava dystast í Værløse Hallerne, og her blivu dystir leiktir í tropulíknandi støðum við nógvum hita og slavnari luft. Nógvir tættir dystir blivu spældir, og ofta kláraðu okkara leikarir at draga longra stráið. Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, var serliga væl nøgdur við tann stuðul, sum leikararnir góvu hvørjum øðrum.
Hesi hava spælt seg víðari í dag;
U13
Adhya Nandy og Miriam í Grótinum skulu spæla um gullið í tvímansleiki hjá kvinnum. Tær báðar spældu eisini blandaðan tvímansleik í gjár, men ongin teirra tryggjaði sær eitt pláss í finaluni.
U15
Í morgun hava bæði Jónas Djurhuus/Árant á Mýrini og Ari Nandi/Ari M. Jacobsen vunnið sínar hálvfinalur og skulu spæla finalu móti hvørjum øðrum. Føroyar eru tí tryggjaðar gull og silvur í kappingini.
Jónas Djurhuus skal spæla í einari av hálvfinalunum í einmansleiki hjá monnum, og í einmansleiki hjá kvinnum spælir Sissal Thomsen í einari hálvfinalu og í hinari hálvfinaluni hittast Jensa Tórolvsdóttir og Lena Maria Joensen.
At enda í blandaðum tvímansleiki skulu Sissal Thomsen og Jónas Djurhuus spæla hálvfinalu í móti Monu Rasmusdóttir og Rúna Øster.
U17/19
Í tvímansleiki hjá monnum hava Rani í Bø og Magnus Dal-Christiansen spælt seg í hálvfinaluna og í tvímansleiki hjá kvinnum hava Gunnva Jacobsen og Sólfrið Hjørleifsdóttir somuleiðis spælt seg í hálvfinaluna. Í blandaðum tvímansleiki skulu Sólfrið Hjørleifsdóttir/Dann Fróðason spæla í einari av hálvfinalunum og í hinari skulu Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen spæla.
Tað verður føroyskt og spennandi, tá ið teir avgerandi dystirnar skulu spælast. Til ber at fylgja nøkunlunda við á Facebooksíðuni hjá Badmintonsambandi Føroya.