Bæði B36 og B68 hava skift tveir út

Fyrsti dysturin í páskaumfarinum verður klokkan 13 í Gundadali

Valerijs Sabala verður í dag fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu hjá B36

Nú klokkan 13 fer Rani A. Skaalum at bríksla fyri fyrstu ferð á ovara vølli í Gundadali, har tað í dag vera tveir dystir í bestu fótbóltsdeildini.

 

Klokkan 13 eigur B36 heimavøll ímóti B68.

 

Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur B36 vunnið 3-0 á útivølli ímóti Víkingi og tapt 2-0 í grannauppgerð ímóti HB.

 

Sammett við mánakvøldið ímóti HB, so hevur Dan Brimsvík broytt B36 liðið, sum nú fyrireikar seg at spæla ímóti B68, í tveimum ódnum. Aron Knudsen og Valerijs Sabala, sum báðir vórðu skiftir inn mánakvøldið, avloysa Benjamin Heinesen og Taufee Skandari av. Benjamin Heinesen kom ikki á vøllin eftir steðgin ímóti HB, meðan Taufee Skandari varð skiftur út, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

 

B68 hevur einaferð fyrr í ár verið í Gundadali. Tá endaði tað við 4-1 tapi ímóti HB. Síðani endaði tað 1-1 í Sørvági. Nú B68 fyrireikar seg fyri triðju ferð í ár at spæla á útivølli, hevur Jákup á Borg gjørt tvær broytingar á liðnum. Jørgen Nielsen og Boubacar Dabo, sum báðir vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki í Sørvági, avloysa Áka Johannesen og Alex Mellemgaard. Áki Johannesen er á beinkinum í dag, meðan Alex Mellemgaard ikki er á listanum hjá B68 í dag.

 

B36 - B68: Rani A. Skaalum kl. 13.00.

 

Valerijs Sabala verður í dag fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu hjá B36