Bæði føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Tað gjørdist eitt slakt kvøld hjá føroyingaliðunum

Liðini hjá Hákuni West á Teigum og Vilhelmi Poulsen í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu bæði í kvøld.

 

Hákun og liðfelagarnir í Skanderborg Århus taptu 28-30 fyri Bjerringbro/Silkeborg á útivølli. Thomas Arnoldsen skoraði til 28-28 tá 63 sekund vóru eftir av dystinum, men tíverri skoraði heimaliðið tvær ferðir seinasta minuttin av dystinum.

 

Í steðginum var heimaliðið á odda 16-11.

 

Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg Århus í kvøld.

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu greitt 22-29 fyri Skjern á útivølli.

 

Í steðginum var Skjern á odda 17-12.

 

Vilhelm skoraði tvey mál fyri Lemvig-Thyborøn i kvøld.

 

Skanderborg Århus er nummar níggju í deildini við átta stigum. Lemvig-Thyborøn er triðaftast við bert fýra stigum.