Bæði føroyingaliðini í Íslandi vunnu

Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til mál í grannasigrinum Valur vann á KR

Gamli Reykjavíkar-klassikkarin millum KR og Val var á skránni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld. Valur sum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu við í byrjanaruppstillingini vann 3-2.

 

Heimaliðið, KR legði seg á odda 1-0 longu tá níggju minuttir vóru farnir. Beint undan steðginum javnaði Sebastian Hedlund við einum stútara fyri Val aftaná eitt frálíkt hornaspark sum Kaj Leo sendi innfyri.

 

Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik legði Haukur Páll Sigurðsson Val á odda, og seks minuttir seinni økti Sigurður Egill Lárusson til 3-1. KR fekk spenning í aftur dystin tá 70 minuttir vóru farnir, men valsmenn vóru omaná og vunnu frálíkan 3-2 sigur á KR.

 

Kaj Leo var skiftur út tá eitt lítið korter var eftir av dystinum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Valur móti Leiknir. 

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH sum vitjaði HK á útivølli. Hafnfirðingar vunnu 3-1 og gjørdi Gunnar eisini sítt við góðum bjargingum, serliga týðandi var tað, at Gunnar bjargaði einum brotssparki við støðuna 1-1. 

 

Tað var annars HK sum kom á odda í 28. minutti, men bert fimm minuttir seinni javnaði Ágúst Eðvald Hlynsson fyri FH. Sami Ágúst Eðvald Hlynsson legði FH á odda tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Stutt undan leikloki staðfesti skotski málkongurin hjá FH, Steven Lennon sigurin hjá FH.

 

Leygardagin tekur FH móti KR.

 

FH, Valur, KA og Vìkingur Reykjavík hava 10 stig aftaná fyrstu fýra umførini í Pepsideildini.