Bæði føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini taptu

Thisted og AB vóru bæði fyri tapi í dag

Mynd: Thisted FC

Hetta gjørdist ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í tríðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

John Frederiksen og Heini Fossdalsá (myndin) byrjaðu báðir inni, tá teir saman við liðfeløgunum í Thisted tóku móti Brabrand á heimavølli. 

 

Brabrand vann dystin 1-0. Brabrand skoraði sigursmálið aftaná hornaspark tá 72 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Hørður H. Askham var ikki millum teir fyrstu 11, tá lið hansara, AB tapti 2-3 á heimavølli fyri Nykøbing.

 

AB helt, at teir høvdu tryggjað sær eitt stig, tá íslendski, Águst Edvald Hlynsson í 91. minutti javnaði til 2-2. Bert ein minutt seinni skoraði Andreas Bredahl sigursmálið hjá Brabrand.

 

AB liggur á einum sætta plássi við 24 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika í grundspælinum. AB er bert tvey stig frammanfyri Skive, ið hevur 22 stig. AB má enda í topp-6 fyri at kunna kappast í tí ovara endaspælinum.

 

Thisted er aftast í deildini við 16 stigum.

 

2. páskadag klokkan 13 spælir Thisted á útivølli móti Middelfart. 2. páskakvøld klokkan 18 spælir AB á útivølli móti Fremad Amager. 

 

Seinasta umfarið í grundspælinum verður leikt leygardagin 6. apríl. 

 

 

 

Mynd: Thisted FC