Bæði Manuel Neuer og Gunnar Nielsen gera feilir

Sjálvt teir bestu málmenninir kunnu gera óskiljandi feilir av og á

Tann 11. oktober spældu Føroyar landsdyst ímóti Rumenia á Tórsvølli. Føroyar taptu dystin 0-3, og sermerkt var, at okkara landsliðsmálmaður, Gunnar Nielsen, ið plagar at vera tryggur, álítandi og diska upp við nøkrum stórbjargingum, átti stóra skuld í næsta málinum hjá rumenum. Aftaná dystin var Gunnar Nielsen skjótur at ásanna, at hann hevði skulað klárað seg betri í støðuni. Men tó ávirkaði mistakið ikki Gunnar meira enn so, at hann skjótt kundi koma víðari frá tí.

 

Tað er tó ikki bara Gunnar Nielsen, sum kann gera stórar feilir. Tað kann heimsins besti málverji eisini. Í gjár tapti Bayern Múnchen, sum hevur Manuel Neuer standandi í málinum, 2-0 ímóti Arsenal. Í fyrra hálvleiki vísti Neuer síni eyðkendu kynstir, tá ið hann á ótrúligan hátt bjargaði skallara hjá Theo Walcott úr stuttari fjarstøðu. Tá ið Olivier Giroud seinni legði Arsenal á odda 1-0 var tó ongin ivi um, at Neuer átti at handfarið støðuna betur.

 

- Sum heild spældi eg væl í kvøld. Men ofta eru tað feilirnir, sum fólk minnast best og velja at peika á, og tað er ongin ivi um, at eg gjørdi eina stóra villu, tá ið Arsenal legði seg á odda, segði Manuel Neuer við heimasíðuna hjá UEFA í gjárkvøldi.

 

Tá ið Mesut Øzil legði Arsenal á odda 2-0 hevði Neuer enn eina fantombjarging, men tann bólturin hevði snýkt seg inn um málstrikuna, áðrenn Neuer bjargaði.

 

Tískil skal Gunnar Nielsen, ella bara ítróttarfólk sum heild, ikki fara niður við flagginum, tí at stórir feilir verða gjørdir. Sjálvt tey allar bestu gera eisini mistøk av og á. Eftir hetta snýr tað seg tó bara um at reisa seg og líta frameftir.