- Hetta er ófantaligt og ógvuliga átaluvert. Tað sigur Guðmundur K. Jacobsen, í Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelagið.
Um sjey tíðina í gjáramorgunin fekk hann boð um at eitt stórt øki av Vágsfirði var dálkað av olju.
Guðmundur K. Jacobsen sigur, at ábendingar eru um, at talan er um eitt skip, sum hevur lensað á fjørðinum og at olju hevur verið upp í. Hann hevur onga hóming av, hvussu nógv olja er farin á sjógv, men hann sigur, at talan var ikki um álvarsama dálking.
- Men tað lá ein hinna av olju um ein stóran part av fjørðinum, frá flakavirkinum og framvið øllum tí norðara landinum, Men vit mettu, at tað varð loyst upp av sær sjálvum og í morgun er einki at síggja, sigur hann.
Hinvegin er hann rættiliga ónøgdur við, at tann, sum hevur dálkað fjørðin, ikki hevur sagt frá.
- Tað er ófantaligt og ógvuliga átaluvert, at tað ikki verður boðað frá, tá ið sjógvurin verður dálkaður við olju.
Hann sigur, at nú á døgum er útgerðin at taka olju upp so mikið góð, at verður oljudálking verður fráboðað beinanvegin, ber sum allaroftast til at forða fyri, at hon dálkar nakað sum helst frá sær.
|