Bagge: Eitt gott avrik móti einum ekstremt góðum liði (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við U21-landsliðsvenjaran um tepra 0-1 tapið fyri Ukraina á útivølli

##med2##

 

Føroyska U21-landsliðið tapti tepurt uppá eitt óheppið sjálvmál móti Ukraina á útivølli fyrr í dag. Sigursmálið kom í 24. minutti aftaná eitt hornaspark har Andrias Edmundsson var so óheppin at stúta bóltin í egið mál.

 

Beint undan steðginum gjørdi Andrias Edmundsson brotsspark, men dagsins maður, Bjarti Vitalis Mørk í málinum bjargaði hegnisliga. 

 

U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze staðfestir, at talan var um eitt ekstremt gott mótstøðulið, sum hann málber seg.

 

Bagge er nøgdur við hugburðin og stríðsviljan okkara U21-spælarar løgdu fyri dagin móti einum liði, ið flutti bóltin skjótt og væl.

 

Bagge er tó minni nøgdur við, at føroyskir spælarar fingu kort tíðliga í dystinum fyri tað, ið dómarin metti vera sokallað drál, og tað er Bagge ikki nøgdur við.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Bagge taka stutt samanum dystin.