Bagge sleptur í HB

Sámal Erik Hentze verður ikki nýggjur venjari hjá HB

Tað er nú greitt, at Sigfríður S. Clementsen ikki heldur fram í HB. Ein av favorittunum at yvirtaka venjarasessin er núverandi venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze. Men nú ljóðar, at tann ikki er ein partur av ætlanini.

 

Les eisini: Sigfríður gevst í HB

 

Havnar Bóltfelag skal enn eina ferð hava ein nýggjan venjaran. Síðani rumenski Ion Geolgau sat frá 1998 til 2001, hevur ongin venjari sitið longri enn hálvt annað ár sum venjari hjá HB. Tað bleiv heldur ikki Sigfríður S. Clementsen, sum á øðrum sinni ikki fær sín sáttmála longdan, eftir eitt ár í starvinum.

 

Úr HB hevur ljóðað, at dreymurin er at fáa Sámal Erik Hentze aftur til felagið, men so er ikki. Álítandi keldur vilja verða við, at tað ikki er upp á tal, men at felagið leitar uttanlands eftir nýggjum venjara.

 

Sámal Erik Hentze verður tó ikki arbeiðsleysur komandi kappingarár, tí Víkingur vil gjarna at hann heldur fram, meðan tað eisini ljóðar at NSÍ hevur hann ovast á listanum í eini roynd at vinna FM.