Bagge: Vit fara út fyri at vinna dystin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik "Bagga" Hentze

##med2##

 

- Vit ætla at leypa á, og vit ætla at vinna dystin. Soleiðis sigur føroyski U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze um EM-undankappingardystin móti Armenia á Svangaskarði, ið byrjar nú klokkan 17.30. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Bagga í tíðindasendingini hjá FM1 á middegi í dag. 

 

Føroyar – Armenia kl. 17.30

 

U-21 EM undankapping

 

Týsdagin 8. juni 2021 kl. 17.30

 

Dómari: Robert Ian Jenkins úr Wales

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, Middelfart BK, Samuel Johansen Chukwudi, HB, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur, Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Noah Mneney, Víkingur, Lukas Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ

 

Á beinkinum: Peter Bergmann Hansen, Middelfart BK, Bjarni Vitalis Mørk, HB, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Steffan A. Løkin, B68, Áki D. Samuelsen, HB, Ingi Jonhardsson, Víkingur, Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ, Áki Arge, EB/Streymur, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá U21-landsdystinum á FM1. Sett verður inn á Svangaskarð aftaná tíðindasendingina, ið byrjar klokkan 17. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo