Bakaríið hjá Hans Olaf á Tvøroyri er kent um landið fyri stuttligu lýsingina: “Um tú kemur í bili ella jolle – hjá okkum fæst altíð ein góður bolle...” Men, nú jóansøka er um vikuskiftið, fer fryntligi bakarin at gera meira burtur úr enn vanligt, og leygarkvøldið fer bakaríið eisini at hava opið heilt til á midnátt.
- Jú, vit fara at gera eitt sindur eyka burtur úr, tí vit vænta nógv fólk á Tvøroyri á jóansøku. Umframt kappróðurin, sum vanliga savnar nógv fólk, verður eisini landskappingardystur og steypadystur leygarkvøldið klokkan 18.30 millum TB og oddaliðið, KÍ.
Hans Olaf Johannesen, sum eisini situr í nevndini í TB, vísir á, at klaksvíkingar plaga at vera raskir at fylgja sínum liði, og tí væntar hann, at eisini áskoðararnir fara at síggjast aftur í býnum í leygardagin.
- Smyril siglir ikki av Tvøroyri fyrr enn klokkan 22 í annaðkvøld, og tað merkir, at bæði kappróðrarfólk og viðhaldsfólk hjá KÍ – umframt onnur, sum koma suður at vitja okkum leygardagin – sleppa ikki heimaftur fyrr enn í fyrsta lagi út á kvøldið, sigur hann.
Bakarin á Tvøroyri vísir á, at umframt vanligan bakstur, fara tey á jóansøku eisini at hava toast, poppkorn, pizza og salat, og sum nakað serstakt fara tey eisini at selja turt tvøst, spik og epli.
Hans Olaf Johannesen sigur, at bakaríið letur upp leygarmorgunin klokkan 07, og opið verður heilt til á midnátt. Sunnudagin verður opið frá klokkan 14 til 20.
- Eg eri í nevndini hjá TB, og tískil eru vit sum felag eisini partur av fyrireikingunum til jóansøkuna, ið fleiri feløg saman við kommununi standa saman um. Eg eri sannførdur um, at okkara lið fer á vøllin fyri at vinna, tí tað er á heimavølli, vit mugu skava okkum stigini saman.
Hans Olaf Johannesen leggur aftrat, at TB gav B36 ein harðan dyst seinasta vikuskiftið, og hann sigur seg bæði vænta og vóna, at TB eisini í annaðkvøld fer at megna at geva oddaliðnum harða mótstøðu.