Eilif Samuelsen
?????????????
Norðuratlantsbólkurin hevur í síðstu viku havt eitt av sínum tiltøkum til frama fyri samskipaðu strembanina at loysa Grønland og Føroyar frá Danmark. Tað er í lagi, at Tjóðveldisflokkurin virkar fyri tí einasta politiska málinum, hann í roynd og veru hevur. Fyri seks árum síðani kom Høgni Hoydal inn á ting fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevði við sær heimanífrá eitt spildurnýtt projekt, sum hann tók allan flokkin á bóli við. Hetta fullveldisprojektið stýrdi fullkomiliga politikkinum í samgongunum frá 1998-04, enntá so nógv, at nú aftaná er ilt at vísa á nakað týðandi politiskt avrik til frama fyri føroyska vinnulívið, mentanarlívið ella samfelagslívið sum heild.
Nú er flokkurin rikin frá valdinum, fullveldið skinndeytt og abstinensirnir gera um seg. Tí má flokkurin markera seg í andstøðu við at taka upp stórmál, so sum at taka løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum í at pella ella at gera ov nógv av og krevja av teimum, at teir alment skulu lova ikki at gera grin burtur úr tørvandi avrikunum hjá fullveldislandsstýrunum.
Fullveldið gongur aftur
Tað er staðfest ferð eftir ferð, at meiriluti er ikki í føroyska fólkinum fyri at loysa frá Danmark. Tí undrar tað ikki so lítið, at fullveldisfólk hava so lítla virðing fyri føroyska fólkaviljanum. Tey, sum eru sannførd um, at tað er rættast fyri føroyska fólkið at varðveita ríkisfelagsskapin, eru av tjóðveldisleiðsluni vorðin skírd at vera minni verdir føroyingar og tað, sum verri er. Men hesin størri parturin av fólkinum hevur treytaleyst krav uppá at vera tikin fyri fult fyri sínar meiningar. Ein av hesum meiningum er, at tey taka undir við, at Føroyar fáa eina ríkisveiting.
Tað má tí roknast fyri undangravandi virksemi, sum Tjóðveldið hevst at, nú fólk, sum notoriskt eru ímóti blokkstuðli, verða send til at indoktrinera danskar politikarar og danska almenningin og fóðra tey við ivasomum og deils misvísandi upplýsingum um, hvussu skaðiligur og niðurbrótandi danski ríkisstuðulin er fyri føroyska samfelagið. Flestu føroyingar taka ikki undir við hasum sjónarmiðinum, tí teir vita, at tað er ikki rætt.
Tað var jú ikki ríkisstuðulin, sum koyrdi landið út í óføri seinast í 80unum og fyrst í 90unum, men heldur tann óhóvsama, óforsvarliga lángevingin frá peningastovnunum og eitt landsstýri, sum m.a. visti alt ov lítið um veruligu fíggjarviðurskiftini og tí eisini sveik.
Um nakað hald er í postulatinum um, at ríkisveitingin upphitar og oyðileggur føroyska búskapin, hví kempa so øll, eisini Tjóðveldisflokkurin, fyri, at vit einaferð skulu fáa stórar inntøkur frá oljuvinnuni, tá ið hesir pengar fara at fáa effinett somu ávirkan á føroyska búskapin, sum ríkisveitingin hevur?
Fíggindamyndir
Tá ið fullveldisætlanin í 1998 kom fram, varð ein víðfevnd strategi løgd út í æsir, hvussu loysingin skuldi fremjast. Javnber m.a. heimasíðuna hjá tí landsstýrinum og tey væl trimmaðu slagorðini, sum skuldu endurtakast í tað óendaliga, so at tey sótu í hámønuni á hvørjum einasta føroyingi, arbeiðið við Hvítubók, sum legði hald á arbeiðsmegina hjá meginpartinum av føroyska embætisverkinum í áravís, Yvirtøkulóg, samtykt um sjálvstýri Føroya fólks o.s.fr.
Ein av høvuðsstrategiunum hjá fullveldisoddaliðinum var at skapa nakrar markantar fíggindamyndir. Ein fíggindi er eitt væl definerað mál. Fíggindar hevur ein andstygd fyri, og teimum skulu øll berjast ímóti. Tvey av hesum málunum, sum skuldu leggjast fyri hatur vóru Danmørk og danir og so blokkstuðulin.
Henda ráðstevnan, sum Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri seinasta týsdag á Christiansborg hevði í veruleikanum eittans endamál, hóast hon var slørað og pakkað inn í búskap, og tað var at sáa misálit á ríkisveitingina og bera so nógv ilt fyri henni, at danir skuldu halda, at hetta var almenna hugsanin í Føroyum, og at danir sjálvir skuldu fáast at taka stig til at skerja og kanska heilt avtaka blokkin.
Nú mugu danir hjálpa
Tað hevur ikki eydnast Høgna Hoydal og fylgisneytum hansara at sannføra føroyingar í Føroyum um, at ríkisstuðulin er av tí ónda. Ei heldur er tað eydnst teimum at sannføra føroyingar um, at allir danir eru reinir devlar, sum eru rótin til alt ilt, sum hendir í Føroyum. Tí verður nú farið aftur um ryggin á føroyingum og niður til Danmarkar at leita sær hjálp at ganga uttan um meirilutan í Føroya fólki og uttan um landsins fremstu stovnar: løgtingið og landsstýrið. Teir føroysku fyrilestrarhaldararnir úr fíggjarheiminum vóru qua síni størv væl valdir til endamálið, og íslendingar eru altíð góðir í ávikum.
Fyrstu úrslitini vísa, at tiltakið hevur borið frukt. Danskir politikarar hava longu úttalað, at nú má umhugsast at skerja blokkstuðulin. Sig so at uttanum-parlamentarisma ikki kann føra á mál, tá ið ein ikki fær parlamentarismuna at makka ræt. Tað er ein ivingarsom søk, at fullveldisfólkini nú eru farin at brúka loysunarorðið, sum verður heft at jesuittunum, at endamálið halgar gerðina. Hetta er ið hvussu er enn ein váttan um okkurt ófrættakent?