Bakkafrost

Bakkafrost
Bakkafrost ger frá 2013 til og við 2017 íløgur fyri tilsamans 1,1 milliard krónur, soleiðis at tey fáa eitt føroyskt virki í heimsflokki, sum tey sjálvi siga. Íløgan verður framd stigvíst yvir fimm ár og fevnir um øll framleiðslulið í felagnum.

Pelagos
Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði skal verða klárt at taka í nýtslu tann 1. juli í ár. Pelagos bleiv bleiv stovnað týsdagin 27. januar í ár. P/F Havsbrún, sP/F Framherji og P/F Palli hjá Mariannu stovnaðu felagið við einum byrjandi partapeningi á 50 milliónir krónur. Felagið hevur søkt eftir stjóra, sum væntandi verður settur innanfyri næstu tvær vikurnar, sigur Odd Eliasen. Eyðun Rasmussen er fyribils stjóri.




Bank Nordik
Nýggja høvuðssætið skal hýsa øllum virkseminum í Havn og skal ætlandi standa liðugt í 2015. Bygningurin verður gjørt á stóra grundøkinum millum R. C. Effersøes gøtu og Tjaldursvegin í Havn – eisini rópt Húsagarður. Bankin hevur gjørt avtalu við MAP Arkitektar, hvørs uppskot verður grundarlagið undir komandi projektering og bygging av nýggja høvuðssetrinum. Avtala er somuleiðis gjørd við byggifelagið Articon, sum skal standa fyri sjálvari byggingini.

Mynd: Bank Nordik