Bakkafrost fær nýggjan fóðurflaka á Gøtuvík

Í gjár legði nýggi fóðurflakin hjá Bakkafrosti, Ranghamar, at bryggju í Norðragøtu. Talan er um stóran fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Gøtuvík og brúkast til alingina á staðnum

Ranghamar fer at liggja í havnini í Norðragøtu í nakrar dagar, áðrenn hann verður lagdur út á tað norðara aliøkið í Gøtuvík.

Fóðurflakin er knapt 75 metrar langur og tekur góð 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsi.

Fóðurflakin er útgjørdur við framkomnari føroyskari tøkni, sum er framleidd av JT electric á Kambsdali.

Talan er um eina sjálvvirkandi fóðurskipan, ið kann fóðra bæði laksi og rognkelsi ígjøgnum somu fóðurlinjur. Skipanin er fjarstýrd, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum. Við yvirflatu- og undirvatns kameraum, sum eru framleidd á JT electric, kunnu alararnir sita og fylgja við fóðringini á sjónvarpsskíggjum á landstøðini.

– Vit fegnast um, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt ein føroyskan veitara til eina so stóra verkætlan, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric í tíðindaskrivi.

Hetta er tann áttandi fóðurflakin av hesum slagnum, sum JT electric hevur bygt til Bakkafrost.

– Stórar verkætlanir sum hendan vekja stóran ans millum alarar, og hetta er við til at skapa stóran áhuga í okkum sum framleiðara av tekniskari útgerð til alivinnuna kring heimin, sigur Suni Justinussen.

##med2##

JT electric hevur 37 fólk í starvi og er veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 60 alibrúkum kring heimin.