Borgarstjórin í Vági vitjaði í dag nýggja virkið hjá Bakkafrost í Vági.
- Ein framúr góð kensla at vitja á nýggja virkinum hjá Bakkafrost í Vági í dag, sum nú er farið undir framleiðslu og eftir innkoyring er á veg upp í fulla ferð.
Soleiðis skrivar Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á sínum facebook vanga í kvøld.
- Laksurin, sum verður kruvdur og pakkaður er fyrsta floks vøra, millum allar bestu vørur, Bakkafrost nakrantíð hevur havt, søgdu tey á virkinum - hetta gjørdi dagin ikki minni hugaligan.
- Men ikki minst var tað fantastiskt at síggja smílandi andlitini á arbeiðsfólkunum, sum nú aftur eru farin til arbeiðis eftir mánaðarlangan steðg, skrivar Dennis Holm.
Tað er fyrrverandi flakavirkið Polarfrost, sum Bakkafrost hevur lagt nógva orku í at nútímansgjørt, og eftir at hava royndarkoyrt virkið, er nú gerandisdagur á virkinum, og tað er nærum ikki hent, síðani Polarfrost snaraði lykilin, eftir kreppuna fyri eini 25 árum síðani, um vit síggja burturfrá einum lutfalskiga stuttum tíðarskeiði, tá ein alifyritøka hevði virksemi á virkinum.