Bakkafrost heldur fram sum stuðul

Alifyritøkan á Glyvrum og FSF hava gjørt nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at Bakkafrost heldur fram sum annar av høvuðsstuðlunum hjá A-landsliðnum.

 

Seinastu árini hevur Bakkafrost prýtt frítíðar- og venjingarbúnarnar hjá A-landsliðnum við monnum, og soleiðis verður eisini komandi tvey árini.

 

- Vit fegnast sjálvandi um, at ein av heimsins størstu alifyritøkum vil vera sponsor hjá okkara landsliðið. Endamálini hjá okkum eru tey somu, og tað er at fáa so góð úrslit sum tilber, og tað er nokk eingin loyna, at úrslitini hjá Bakkafrost og landsliðnum hava verið góð seinastu árini. Menningin hjá Bakkafrost og landsliðnum hevur eisini flutt seg rætta vegin, og tað heldur vónandi fram, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Í undankappingarbólkinum hjá Føroyum eru Portugal, Sveis, Ungarn, Lettland og Andorra. Flest øll hesi lond kenna longu føroyska landsliðið og laksin frá Bakkafrost. Hetta er sostatt eitt gott høvi til at halda fram við støðugu framgongdin, ið bæði landsliðið og Bakkafrost hava havt hesi seinastu árini, skrivar fsf.fo.

 

- Vit á Bakkafrost fegnast um møguleikan at vera høvuðsstuðul enn eina ferð og ynskja landsliðnum góða eydnu við komandi HM-undankapping, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

 

Fyrsti dystur í komandi undankapping verður á Tórsvølli týsdagin 6. september, tá Ungarn kemur á vitjan.