Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður. Úrslitið fyri liðugvørudeildina hevði munandi tap í 2016 orsakað av høgu laksaprísunum á spotmarknaðinum, sum í stóran mun ávirka rávørukostnaðin á liðugvørudeildini. Positivar virðisjavningar av biomassa viðførdu, at úrslitið eftir skatt var 1.339 milliónir krónur fyri 2016 samanborið við 810 milliónir krónur fyri 2015.
– Góða gongdin á laksamarknaðinum í 2016 hevði positiva ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrost. Hóast tøkunøgdin lækkaði í 2016 í mun til 2015, hevði Bakkafrost eitt metúrslit í 2016. Alideildin og Havsbrún høvdu framúr gott úrslit, meðan umstøðurnar hjá liðugvøruvirkjunum vóru torførar í 2016. Í 2016 byrjaði kryvjivirksemið í nýggja virkinum á Bakka, og væntandi fara vit at síggja munadyggar rakstrarfyrimunir, tá ið eisini liðugvøruframleiðslan á sama virki er komin nakað áleiðis í innkoyringini. Síðstu árini eru stórar íløgur gjørdar til at minka lívfrøðiliga váðan – og nýggja tænastuskipið Martin, sum kom á Havnina ímorgun, vóna og vænta vit fer at vera eitt nýbrot innan hetta økið, sigur Regin Jakobsen, stjóri á Bakkafrost.
Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í ymsu liðini í virðisketuni. Íløgurnar eru gjørdar fyri at minka um lívfrøðiliga váðan, gera raksturin munadyggari og geva møguleikar fyri vøkstri. Íløgurnar í 2016 vóru eisini stórar. Nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið á Bakka byrjaði virksemið á sumri í 2016. Liðugvøruvirksemið byrjaði eftir ársskiftið. Umfatandi útbygging er júst gjørd á Smoltstøðina á Viðareiði, og er framleiðslan við at koma ígongd. Rættulig gongd er nú komin á byggingina av stóru smoltstøðina á Strond, sum ætlandi skal vera liðug seint í 2018.
Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður fríggjadagin 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 425 milliónir krónur.
Fyri fjórða ársfjórðing 2016 var rakstrarúrslitið 350 milliónir krónur samanborið við 257 milliónir krónur fjórða ársfjóring 2015. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2016 var 12.940 tons, og fyri alt árið tók felagið 47.542 tons samanborið við 50.565 tons í 2015.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 635 milliónir krónur við ársenda 2016 í mun til 392 milliónir krónur við ársenda 2015. Bakkafrost hevði 655 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2016, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66%.