Bakkafrost kanónúrslit

Alifyritøkan Bakkafrost av Glyvrum kemur væntandi út við einum metúrsliti fyri 2009. Úrslitið verður umleið 200 milliónir krónur fyri skatt.

Hetta skrivar norska Finansavisen í dag. Blaðið veit at siga, at leiðslan í felagnum hevði ein innleiðandi fund vid Oslo Børs í gjár. Í hesum sambandi hevði blaðið eina samrøðu vid stjóran í Bakkafrost.

Norskir fjølmiðlar eru sera jaliga sinnaðir fyri føroyska felagnum. Sagt verður, at føroyska felagið er sera sterkt og kann vísa á gðd tøl. Tað verður eisini nomið við, at føroyska lóggávan á aliøkinum er sera góð, serstakliga tá talan er um heilsu- og umhvørvisviðurskifti.

Bakkafrost er ein samanlegging av fleiri alifeløgum. Síðsta felagi, sum kom við í samtakið var Vestlaks. Samlaða sølan í samtakinum er umleið ein milliard krónur.

Ætlanin er, at Bakkafrost skal skrásetast á norska keypsskálanum í vár.

Stjóri í Bakkafrost er Regin Jacobsen og nevndarformaður er Rúni M. Hansen