Bakkafrost keypir Havsbrún

P/F Bakkafrost hevur undirskrivað eina sokallaða ?intentiónsavtalu? um at keypa øll partabrøvini í P/F Havsbrún, sigur felagið í skrivi. Bakkafrost hevur nú alla virðisketuna frá framleiðslu av alifóðri til framleiðalu av lidnum laksaúrdráttum. Aliorkan hjá felagnum økist við áleið 7 túsund tonsum í kruvdari vekt í 2011 til 40 túsund tons. Við keypinum væntar Bakkafrost at kappingarførið betrast, umframt at lívfrøðisliga verður enn betur at leggja alingina til rættis.

Søluprísurin er avtalaður til 1,1 milliard krónur. Partur av hesum umleið 403 miliónir verða goldnar við partabrøvum í Bakkafrost, sum P/F Havsbrún eigur í P/F Bakkafrost. Restin verður goldin kontant og verður hetta fíggjað við nýggjum lánum og tøkum peningi.

P/f Havsbrún er í løtuni næststørsti partaeigari í Bakkafrost við 16,7% av partabrøvunum. Hesi partabrøvini verða brúkt sum partvís gjald til gomlu partaeigarnar í P/F Havsbrún. P/F Bakkafrost fer ikki at útskriva nýggj partabrøv í samband við keypið.

Yvirtøkan er m.a. treytað av mynduleika góðkenning.