Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2014 var 899 milliónir krónur fyri skatt. Skattur varð 252 milliónir, og sostatt gjørdist úrslitið eftir skatt 647 milliónir krónur.
Fyri fjórða ársfjórðing 2014 var úrslitið fyri skatt 314 milliónir krónur og 222 milliónir krónur eftir skatt. Allar deildirnar í samtakinum høvdu góð úrslit. Hækkandi laksaprísirnir í fjórða ársfjórðingi góvu alideildini eitt gott úrslit, og liðugvørudeildin gav eisini sítt íkast til góða úrslitið. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.
– Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri ársfjórðingin og fyri árið 2014. Rakstrarúrslitið var methøgt bæði fyri ársfjórðing og ár orsaka av framstigum á rakstrinum hjá øllum deildum í samtakinum. Vit eru í góðari støðu at møta framtíðar avbjóðingum og eru júst farin undir eitt spennandi ár, nú nýggi brunnbáturin verður latin felagnum í summar. Íløgan hjá Bakkafrost í nýggjan brunnbát saman við øðrum íløgum á fleiri virkisøkjum fara áhaldandi at menna raksturin og avmarka lívfrøðiliga váðan, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í viðmerking til úrslitið.
Bakkafrost seldi 12.651 tons av laksi í fjórða ársfjórðingi 2014, og fyri árið seldi felagið 44.013 tons av laksi. Hetta er nakað meira enn í 2013, stjóri, tá ið Bakkafrost seldi 41.268 tons.
Úrslitið hjá alideildini frá primerum rakstri í fjórða ársfjórðingi var 181 milliónir krónur í mun til 131 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013. Orsøkin er góði marknaðarprísurin og øking í seldari nøgd.
Úrslitið frá primerum rakstri hjá liðugvørudeildini í fjórða ársfjórðingi var 32 milliónir krónur í mun til eitt hall á 6 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013. Avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur hava verið á einum hægri støði í 2014 enn undanfarin ár. Prísurin á feskum laksi, sum er rávøran hjá liðugvørudeildini, hevur verið høgur í 2014, tó hevur liðugvørudeildin megnað at givið eitt gott rakstraravlop. Framleiðslunøgdin hjá liðugvørudeildini í fjórða ársfjórðing 2014 er áleið tann sama sum sama tíðarskeið í fjør. Arbeitt hevur verið í tveimum skiftum á framleiðsluvirkjunum bæði í Fuglafirði og á Glyvrum.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 34 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi 2014 í mun til 15 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2013. Havsbrún tók ímóti 193 túsund tonsum av rávøru í 2014, sum er ein øking á 33 túsund tons í mun til 2013. Bakkafrost leggur stóran dent á, at laksafóðrið hevur høgt innihald av rávøru úr havinum, sum er ein týðandi liður í góðu dygdini á føroyska laksinum, og sum kundin eftirspyr.
Samlaða nettoskuldin hjá Bakkafrost við ársenda 2014 var 233 milliónir krónur í mun til 678 milliónir krónur við ársenda 2013. Bakkafrost hevur ótroyttar kredittir á 958 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 60% við ársenda 2014.
Nevndin fer at skjóta upp á aðalfundinum, sum verður 11. apríl, at 6,00 krónur verða at gjalda í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 293 milliónir krónur. Føroyskur skattur av hesum væntast at verða umleið 80 milliónir krónur.