Bakkafrost nærum tvífaldað í virði síðsta árið

Føroyska alirisin Bakkafrost skrivaði fyrr í dag søgu, tá virðið á partabrøvunum fyri fyrstu ferð nakrantíð fór upp um 300 norskar krónur fyri partabrævið.


Høgi prísurin á partabrøvunum gerst uppaftur flottari, tá hugt verður eftir gongdini seinasta árið. 23. februar í fjør var virðið á einum partabrævi nevniliga 157,5 norskar krónur, ið er nærum helmingurin av prísinum, tá hann varð á tí hægsta í dag, nevniliga 302,1 norskar krónur.


Samlaðu partabrøvini í felagnum hava í dag eitt virði á 14,5 milliardir norskar krónur, ið er yvir 11 milliardir danskar krónur.


Eyðfinn Reyðberg, greinari, sigur við in.fo, at tað er stórur spenningur knýttur at ársroknskapinum, ið felagið kunngerð mikudagin.


- Tað er nógvur spenningur knýttur at ársroknskapinum, ið verður kunngjørdi 24. februar. Góða gongdin í partabrævamarknaðinum er eitt tekin um, at íleggjarar vænta ein betri roknskap enn tað, ið mett varð frammanundan.


- Tað er eisini áhugavert, at kursurin seinastu tríggjar mánaðirnar er hækkaður við umleið 33 prosent. Tað vísir, at nýggja tøkugjaldið hjá samgonguni ikki hevur havt so stóra ávirkan á partabrøvini, men at íleggjararnir hava heldur hugt eftir góðu gongdini og at felagið enn tjenar pening, sigur Eyðfinn Reyðberg í stuttari viðmerking.