Bakkafrost sagt 147 fólk úr starvi

Alifyritøkan Bakkafrost hevur í dag sagt 147 fólk úr starvi á Góðskingarvirkinum á Glyvrum.

– Á Góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum eru vanliga tvær vaktir til arbeiðis við uml. 300 starvsfólkum. Í sambandi við tillagingar av framleiðsluni á góðskingarvirkinum fara vit í eina tíð at koyra við einari vakt, og tí eru 147 starvsfólk søgd úr starvi í dag, sigur Bakkafrost í fráboðan.

– Støðan er íkomin, tí vit í eitt tíðarskeið hava færri ordrar at framleiða. Hetta ger, at tað verður minni arbeiði, og at vit tí eru noydd at gera tillagingar í starvsfólkahópinum.

– Vit er sera hørm um støðuna, og vit vóna, at virksemi er aftur á vanliga støðinum í seinnu hálvu av 2018, sigur Bakkafrost.