Hóast Bakkafrost hevur keypt og selt soleiðis, at felagið nú bert eigur 49 prosent í Faroe Farming í Vági, og soleiðis á pappírinum ikki longur hevur meira enn helmingin av føroysku aliloyvinum, so eru onnur ikki samd í, at málið er so einfalt.
Ein teirra er stjórin í Marine Harvest, Ragnar Joensen. Hann segði við útvaprið í kvøld, at tað eru bara tvey feløg, við hvør sínum trimum loyvum, sum ikki eru partur av Bakkafrost-samtakinum. Hann heldur, at lógin verður í so uppfinnsamt umsiting.
Tað er løgið, at politikarar bara tiga í hesum málið. Tað verður als ikki diskuterað, um tað er rætt, og um vit eiga at loyva einum felag at sita á so stórum parti av útflutninginum, segði hann við útvarpið í kvøld.
Hann viðgongur, at hann er kappingarneyti við sínum áhugamálum, men sigur, at sum samfelagsborgari er tað eisini hansara skylda at seta sær spurningin, um hetta er rætt.
Ragnar Joensen var í nøkur ár formaður í Havbúnaðarfelagnum. Tá hevði hann nógv samstarv við fólk í vinnuni og við teir persónar, sum vóru við til at leggja um alivinnnua.
Men teir eru næstan allir burtur nú og keyptir upp av Bakkafrost, og tað er harmuligt, segði hann.
Ragnar Joensen heldur tað vera skeivt, at tað er vinnan, sum skal gera av, um vit skulu halda fast við 50 prosent markið fyri aliloyvum. Um politikarar halda tað vera skeivt, at eitt felag situr á meira enn helminginum av aliloyvunum, so er tað í lagi. Men hann sær vandan í, at eitt felag stendur fyri so stórum parti av útflutninginum.
Ragnar Joensen heldur tað eisini vera vandamikið, at ein alari verðu so sterkur, bæði fyri starvsfólk og veitarar. Onkur kann koma sær í ringt ljós hjá tí einu fyritøkuni, sum er eftir, um tey úttala seg um eitthvørt.