Bakketan vann steypið

Kyndilskvinnurnar royndu sítt besta. Men finalunervar órógvaðu álopsspælið, og tó at verjan riggaði væl, so var hetta ikki nóg mikið at steðga sterkastu bakketuni í landinum

Stjørnan-Kyndil 29-22 (15-9):


Sjáldan hevur favoritt-leikluturin verið størri enn tað sama, tá Stjørnan og Kyndil løgdu fyri á steypadegnum leygardagin. Stjørnan hevur verið mest sum einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti í ár, og tí ivaðust tey flestu í, um Kyndil yvir høvur hevði nakran møguleika.

Úrslitið av dystinum tosar sítt greiða mál. Stjørnan var nevnliga nakað væl sterkari, tá alt kom til alt.


Bakkarnir á muni

Men fyrstu løtuna av dystinum prógvaði Kyndil tó, at tað ber til at ansa Stjørnunum. Og høvdu tær grønu so eisini verið kaldar í høvdinum, kundu tær væl fylgt nógv betur við, enn tær gjørdu.

Verjuparturin hjá Kyndli riggaði nevnliga heilt væl. Tær ansaðu støðugt eftir, at tær ikki fóru ov langt út, og tá Stjørnan samstundis mátti vera Unu Olsen fyriuttan á strikuni, høvdu tær sera ilt við at fáa sítt spæla at koyra.

Eitt riggaði tó hjá Stjørnuni, tó at hetta ikki hevði so nógv við sjálvt spælið at gera. Liðið hevur uttan iva sterkastu bakketuna í landinum, og serstakliga prógvaðu Durita Cristoffersen og Simona Petersen, hvussu týdningarmikil skotstyrkin er. Tá Kyndil hevði eina somikið tætta verju, at tað illa bar til at spæla hana tunna, so var einasti vegurin upp um verjuna, og tað megnaðu bakkarnir.

Ferð eftir ferð hevjaðu tær seg upp um restina, áðrenn kanónin varð latin av, og so beyð ikki bøtu hjá Guðrun í Lágabø, sum eisini man hava staðið onkran betri dystin, enn hon gjørdi tað leygardagin.

Álopsparturin hjá Kyndli er kanska tað elementið, sum hevur verið fyri størstu framgongdini av øllum í kvinnukappingini í ár. Men leygardagin sást lítið til tað tol og umhugsni, sum hevur eyðkent liðið stóran part av teimum seinastu dystunum.

Nervarnir tóktust av álvara at spæla liðnum eitt puss. Og fleiri ferðir varð skot latið av upp á 50% møguleika eftir bara 10-15 sekundum í álopi. Tað gjørdi sítt til, at Stjørnan sjáldan kom undir nakað veruligt trýst, og við skottryggu bakkunum kundu favorittarnir tí spakuli finna seg sjálvar.


Góvu einki

Og so gjørdist munurin bara størri, sum dysturin leið. Hóast heili 14 av teimum 15 málunum fyri steðgin kom frá øðrum støðum enn bakketuni, so gjørdist spælið hjá teimum reyðu alt meira sannførandi.

Í steðginum var munurin kanska longu av slíkum slag, at Kyndil ongan veruligan møguleika hevði at taka tær reyðu. Og tá havnarliðið nú royndi at steðga bakkunum, gjørdist plássið hjá hinum á liðnum alt betri.

Og mest av øllum, so gav Stjørnan ongan tíð Kyndli somikið sum litla fingurin. Størsti vandin var kanska júst at fara niður í tempo, men tað mistakið varð ongan tíð framt, og so gjørdist talan at enda um ein sannførandi finalusigur.


Langu vegur eftir

Tað var kanska eisini tað, sum alla tíðina varð roknað við. Og í so máta kundi var Stjørnan í eini støðu, har tær høvdu alt at tapa og einki at vinna. Men júst slíkar støður krevja eisini sín mann (m/k), og hesum vóru tær úr Klaksvík eisini kvinnur fyri.

Hjá Kyndli var sjálv finaluupplivingin helst hæddarpunktið á árinum. Og tað staðfesti í øllum førum, at liðið eftir ein drúgvan aldudal nú aftur er á rættari kós. Og møguliga kann hendan rættast enn meira inn, tá sum eftir er av árinum. Tí hóast grannarnir úr Neistanum enn hava munin, so er vónin um Sunset-heiðursmerki ikki heilt burtur úr vón og viti.

Higar til hevur framgongdin hjá liðnum í øllum førum verið stór. Men enn er Stjørnan væl og virðiliga besta liðið í landinum. Og tað eru enn nógv fet, ið skulu takast, um røkkast skal har til, sum Stjørnurnar glitra.


Fakta um dystin

Stjørnan-Kyndil 29-22 (15-9)

10 min: 4-2

20 min: 11-8

40 min: 19-13

50 min: 26-16

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 12(4), Durita Christoffersen 6, Bára Skaale Klakstein 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Hanna Mikkelsen 2, Durita Ljósstein 1, Anna Kristina Samson 1

Kyndil: Jacklin Durhuus 8(1), Randi S. Wardum 4, Lina Andriulyte 3, Súsanna Petersen 2, Tordis Tróndarson 2, Barbara Egilstrøð 2, Mia Káradóttir 1

Brotskøst: Stjørnan 5, Kyndil 2

Útvísingar: Stjørnan 1, Kyndil 3

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen