Jákup Danielsen
Á heimasíðuni hjá sær ger Vinnuhúsið ella rættari sagt Føroya Arbeiðsgevarafelag sínar trongdskygdu metingar um ávísa kanning sum Starvsmannafelagið kunngerð í seinasta Starvsblað-num. Ætli mær ikki at viðgera hesa kanning, men havi trongd til at gera viðmerkingar til orðingarnar um at m.a. Starvsmannafelagið tók avgerð um at lækka lønirnar í kreppuárunum til at keypa seg frá umskipanum og uppsagnum.
Eg havi ringt við at skilja, hví Arbeiðsgevarafelagið heldur tað hava serligan áhuga at draga hetta fram, tí júst hesi viðurskifti saman við vøkstrinum í londunum rundanum okkum, fara óivað at hava stóran týdning í verandi sáttmálatingingunum.
Um avgerðina hvørt tað var rætt at fara niður í løn ella ikki, kunnu sáttmálapartarnir klandrast um, tí ofta er tað so, at ein og hvør er sær sjálvur næstur og hevur trupult við at hugsað um heildina, um samfelagið og tann einstaka har alt lívsgrundarlagi stóð til at rilla.
Tað er eitt ógrundað postulat, pástandur, tá tað verður sagt, at Starvsmannafelagið keypti seg frá umskipanum í almenna sektorinum, meðan sannleikin liggur í tí, sum sagt er frammanundan, at felagið hugsaði um einstaka limin ella teir limir sum kundu verða í vanda fyri at fáa sekkin, til eitt lív har ongin í Føroyum, hvørki vinnulívið ella almennar skipanir kundu hjálpa teimum. Útlitini hjá teimum var at verða í einum felagið fyri arbeiðsleys ella at dúga uppá danska samfelagið, sum fleiri, óivað eisini í Arbeiðsgevarafelagnum, so fegin vilja verða fyriuttan.
Bakklókskapur sigst at verða besti vápnið hjá nalvaskoðarum.
Hví komu vit í tað støðuna, at lækkað lønir? Kanska skuldi tað verið óneyðugt at endurtikið tað her, men fyri tey í Arbeiðsgevarafelagnum, sum enn ikki vita tað, so var samfelagið kollrent av vánaligum bankaleiðslum, vinnulívsspekulantum og eisini fyri ein part av politisku skipanini við luttøku av øllum politisku flokkunum.
Eftir einari nátt í oktober mánaða í 1992 var føroyska samfelagið koyrt á húsagang, ikki av dønum men av føroyingum sjálvum. At danir máttu taka um endan, er størsta skommin føroyska samfelagið hevur verið út fyri og tað er ótrúligt at hoyra, tá tað ferð eftir ferð verður sagt, at orsøkin var, tí vit ikki høvdu ræði á egnum landi. Slíkt møsn hoyrir bakklókskapinum til.
Sum partur av semjuni, sum var gjørd í oktober 1992, var avtalað millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina at fíggjarlógin skuldi minkað við 500 milj. Kr. og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1993 var ásett, at ?lønirnar? skuldu minkað við 10% og var hetta ført upp undir hvørjum rakstrarstaðið sær.
Kostirnir vóru tvinnir, annaðhvørt lækkaði lønin ella eisini máttu enn fleiri missa sítt lívsgrundarlag. Avtalað var tí gjørd við Landsstýrið um at lækkað lønir í eitt 11 mánaða skeið í 1993, fyri síðani at ?normaliserað? viðurskiftini aftur 1. januar 1994. Og sum ikki einaferð hesi nógvu árini, so hevði almenni arbeiðsgevarin ikki rygg til at halda seg til gjørdar avtalur og skuldi ganga nógv ár til at fáa viðkent avtaluna sum kom í gildi 1.2.1993. Síðani hevur álitið á arbeiðsgevaran verið ein býur í Russlandi.
Eg tori væl at standa við avgerðina, sum tikin var, at lækkað lønirnar og avgerðin var eisini røtt, eftir teimum viðurskiftum hon var tikin undir, men í hesum nú so vælkenda bakklókskapinum, kundi verið, at okkurt skuldi verið øðrvísi.
Og tað sum kundi verið øðrvísi var, at tú ongantíð kanst líta á mótpartin, at gjørdar avtalur ikki verða hildnar og at álit er ókent ?begreb? í teirra verð.
Eg eri glaður fyri og sovi væl um náttina fyri, at eg m.a. ikki var viðvirkandi til, at enn fleiri gjørdist arbeiðsleys og endaðu á einari solnaðari arbeiðsloysisskipan ella máttu flyta av landinum, burturfrá tí øllum tí sum tey høvdu bygt upp her, men sum eftir einari nátt, av ódugnaskapi frá øðrum, máttu rýma frá..
Av teimum 7.000 fólkunum sum fluttu í kreppuárunum, er bert ein lítil partur komin aftur til landið og vit Føroyar gjørdust fátækari. Eg veit av góðum grundum ikki hvat fyri samfelagssinni tit í Vinnuhúsinum diskað upp við. Tit vildu allarhelst valt at lati enn fleiri fólk, enn tey sum fóru, farið av landinum og sungið í kórinum hjá einum ávísum politikara, at í Føroyum kunnu ikki verða meiri enn 25. túsund fólk.
Tað er somuleiðis ein ótrúligur pástandur, at siga, at lønarniðurskurðurin førdi við sær enn ein størri almennan sektor. Ja, tað er beinleiðis tápuligt at koma við slíkum møsni. Undir leiðslu av Edmundi Joensen, var farið undir at umskipað almenna sektorin og ongantíð hevur vøksturin verið so stórur síðani tá. Heldur ikki nú, tá fortalarin fyri minking av almenna sektorinum, situr við ræðið.
Landsstýrismaður hjá hesum sama flokki hevur úttalað alment, at hann trúi ikki sínum egnu eygum, at vit í dag hava ein so vælvirkandi almenna umsiting.
Niðurstøðan er, at fakfeløgini eiga ongan lut í umskipanini hjá Finn Norman Kristensen og eg kann bara staðfesta, at tað almenna eisini í hesum samgonguskeiðinum er voksið enn meira. Eg velji at trúgva, at tey ráðandi hava gjørt tað, tí tey hava hildið tað verið neyðugt.
Til síðast skal sigast til samanlíkningina við starvsfólkatalið hjá bankanum, at tað sigur seg sjálvt, at talið av starvsfólkum er minkað í hesum sektorinum. Teir koyrdu bæði seg sjálvar og alt føroyska samfelagið á heysin og vit hava í dag 2 bankar minni enn í 1992.